Verkfallið fekk avleiðingar fyri yvir 3600 sjúklingar

Tað fer at taka nakrar mánaðir at fáa slætt borð aftur

Áki Bertholdsen
17. november 2023 kl. 14:00

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur fingið avleiðingar fyri yvir 3600 sjúklingar.

Tað er rokningin fyri verkfallið, nú tað endaði týskvøldið, og nýggjur sáttmálið varð skrivaður undir.

Og nú hevur Sjúkrahúsverkið so gjørt upp, hvussu nógvar viðgerðir, og viðtalur, eru útsettir undir verkfallinum.

Í hesum sambandi hevur Sjúkrahúsverkið talt saman, hvussu nógvar viðtalur, innleggingar og skurðviðgerðir hava verið hesa tíðina, verkfallið hevur verið og samanborið tað við sama tíðarskeið í fjør.

Verkfallið byrjaði 2. oktobur og tær fóru aftur til arbeiðis í gjáramorgunin, 15. novembur. Vit halda at tað gevur eina góða mynd av hvørjar avleiðingar verkfallið hevur havt fyri sjúklingarnar, sigur Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í Sjúkrahúsverkinum.

Og uppgerðin vísir, at hesar seks vikurnar, verkfallið hevur vart, hava tað verið 3.000 viðtalur færri enn tað vóru í sama tíðarskeiði í fjør. Tað er ein lækking upp á 44 prosent.

– Vit meta at hesa tíðina, verkfallið hevur verið, eru næstan 3.000 viðtalur útsettar, fluttar ella avlýstar í teimum deildum í Sjúkrahúsverkinum, sum hava verið raktar av verkfallinum, sigur hann.

Bara hesar tvær vikurnar, sum eru farnar av novembur í ár, er minkingin yvir 60 prosent, leggur hann afturat.

Men hann viðmerkir kortin i, at Hav ambulatoriini vórðu ikki rakt beinanvegin. Eitt nú varð Medisinska Depilin á Landssjúkrahúsinum ikki raktur av verkfallinum fyrr enn 11. Oktobur, ella tá ið verkfallið hevði vart níggju dagar.

Uppgerðin vísir eisini, at hesa tíðina verkfall hevur verið, hava skurðviðgerðirnar verið 325 færri í tali enn tær vóru í sama tíðarskeiði í fjør. Tað er ein lækking upp á 50 prosent.

Samstundis hava innleggingarnar verið 200 færri í tali og tað er ein lækking upp á 28 prosent.

Her er barnadeildin ikki tald upp í. Á Barnadeildini hava verið 125 innleggingar færri í oktober og november, samanborið við í fjør, sum er ein minking á 50 prosent.

Sjúkrahúsverkið sigur, at tað fer at taka nakrar mánaðir at fáa slætt borð aftur, so tey, sum ikki fingu sína skurðviðgerð undir verkfallinum, mugu bíða til einaferð nakað eftir nýggjár.