Á midnátt í kvøld fara arbeiðsfólk, sum arbeiða hjá kommunum og hjá almennum stovnum, eisini í verkfall.
Hetta rakar vegarbeiði, kommunumenn, ruskinnsavnarar, og ymiskt annað.
Arbeiðarafeløgini hava eisini limir á sjúkrahúsunum, í reingerðini, í vaskingini, og ymisk størv í sjúkraflutningi, og annað.
Men arbeiðsfólk í heilsuverkinum og í øðrum líknandi størvum fara ikki í verkfall. Tey fara heldur ikki at forða fyri, at neyðsendarakfør, og akfør, sum heilsustarvsfólk brúka í sínum starvi, fáa brennievni.
– Vit fara ikki at seta lív og heilsu hjá fólki í vand, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Hann sigur, at tey viðgera umsóknir um undantaksloyvi so hvørt tær koma.