Hendan ósemjan skuldi langt síðani verið avgreidd. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Á midnátt fóru tey fýra arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag í verkfall hjá privatum arbeiðsgevarum.
Nú á midnátt fara eisini arbeiðsfólk hjá almennum stovnum, og hjá kommununum í verkfall.
Og tað er ein ósemja sum ger, at tey nú fara í verkfall.
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava annars víst á, at tey hava ikki sáttmála við fakfeløgini, sum fara í verkfall og sostatt eru tey ikki ein partur av trætuni ímillum tey og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, hevur gjørt greitt, at fara starvsfólk hjá landinum ella kommunum í verkfall, verður tað lagt fyri Fasta Gerðarrættin sum skundmál.
Og hann er eisini vísur í at fáa viðhald, tí tey hava ikki heimild at fara í verkfall.
Og í morgun skuldi málið leggjast fyri Fasta gerðarrættin. Tað vóru kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin, samd um. Men so komu eini politisk boð úr Landsstýrinum um, at Lønardeildin skuldi ikki vera við til at leggja málið fyri Gerðarrættin.
Sostatt legði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri Gerðarrættin, men so tók ósemja seg eisini upp í Kommunufelagnum og úrslitið av tí var, at tey somuleiðis tóku málið aftur úr Gerðarrættinum, uttan at nøkur niðurstøða varð gjørd.
Sostatt fara arbeiðsfólk undir Landi og kommunum nú í verkfall.
Tað er ikki heilt greitt, hvat ósemjan í Kommunufelagnum snýr seg um. Men vit vita í hvussu so er, at størsta kommuna í Landinum, Tórshavnar Kommuna, hevur havt ein týðandi leiklut.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, váttar, at Tórshavnar Býráð var ikki sinnað at leggja málið fyri Fasta Gerðarrættin.
Hann sigur eisini, at hann hevur tosað við formannin, Per Martin Gregersen, formann í Kommunala Arbeiðsgevarafelafgnum, og greitt honum frá støðuni hjá Tórshavnar Býráði.
– Eg greiddi honum frá, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eigur ikki at fara í Fasta Gerðarrættin við hesum málið - í hvussu so er ikki einsamalt.
– Tá ið Fíggjarmálaráðið, sum er tann størsti arbeiðsgevarin, bakkar út, skal Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki at standa einsamalt eftir við málinum, sigur borgarstjórin í Havn.
– Vit virða verkfalsrættin, sjálvandi gera vit tað og tað merkir, at fer felagið hjá teimum í verkfall, fara arbeiðsfólkini hjá Tórshavnar eisini í verkfall, sigur hann.
– Tað fara vit ikki at gera meiri burturúr, tí vit skulu virða verkfalsrættin, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen sigur eisini, at ósemjan um arbeiðsfólk hjá tí almenna og kommunum eru umfatað av verkfallinum, ella ikki, skuldi langt síðani verið avgreidd.
– Eitt verkfall skal ikki brúkast til at loysa ta ósemjuna, sigur hann.
Hann sigur sostatt, at tað er ein samráðingarspurningur ímillum partarnar at finna út av, hvør skal vera umfataður av einum verkfalli, og eitt ítøkiligt verkfall, ella Fasti Gerðarrætturin skal ikki brúkast til at loysa málið.