Verri hjá útlendingum at keypa fastogn í Føroyum

Nú verður møguleikin hjá útlendingum fyri at keypa fastogn í Føroyum munandi avmarkaður

Sigurjón Einarsson
8. desember 2021 kl. 15:30

Løgtingslóg um keyp av fastogn í Føroyum varð samtykt í gjár, og við henni verður skarin av fólkum, sum kunnu keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, minkaður úr átta milliardum niður í seks milliónir fólk - til tey, ið búgva í danska ríkinum.

Tað skrivar Løgmansskrivstovan.

Framyvir kunnu útlendingar bara keypa fastogn í Føroyum við loyvi frá landsstýrinum.

Fólk, sum búgva í Føroyum ella sum áður hava búð í Føroyum í minsta lagi fimm ár, kunnu framvegis keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum.

Tað sama er galdandi fyri danskar ríkisborgarar, sum hava búð í øðrum parti av ríkinum í minsta lagi fimm ár.

Endamálið við hesum er at tryggja øðrum ríkisborgarum sama rætt í Føroyum, sum føroyingar hava í hinum pørtunum av ríkinum.

Feløg, sum hava høvuðssæti í Føroyum, hava eisini møguleika at keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum. Endamálið við hesum er at tryggja, at felagið verður stýrt úr Føroyum, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðu sínari.