Vertur á Gentuvesinum verið fyri ágangi á netinum

- Við einum arbeiði, har fólk bæði síggja og hoyra teg, so skalt tú standa model til nógv, serliga til óhóskandi og niðrandi viðmerkingar. Havi altíð sagt, at hesar viðmerkingarnar ávirka meg ikki, men sovorðið ávirkar altíð upp á onkran máta, skrivar Rannvør Fríða Eyðunsdóttir í einum uppslagi á Facebook, hvussu hennara upplivingar hava verið við haturstalu og ágangi á netinum

Sigurjón Einarsson
13. mars 2023 kl. 15:23

Haturstala kemur fyri bæði í almenna rúminum og í gerandislívinum annars, og vendir sær móti almennum fólkum, eins og privatfólki.

Ein norsk frágreiðing um hetta evnið staðfestir millum annað, at serliga kvinnur og fólk í minnilutabólkum eru fyri haturstalu og ágangi á netinum.

Úrslitið kann vera, at hesi fólk aftra seg við at siga sína hugsan, og haturstala kann sostatt gerast ein hóttan móti fólkaræðinum, er ein av niðurstøðunum í hesari norsku frágreiðingini.

Vertur á Gentuvesinum uppliva haturstalu
- Við einum arbeiði, har fólk bæði síggja og hoyra teg, so skalt tú standa model til nógv, serliga til óhóskandi og niðrandi viðmerkingar. Havi altíð sagt, at hesar viðmerkingarnar ávirka meg ikki, men sovorðið ávirkar altíð upp á onkran máta, skrivar Rannvør Fríða Eyðunsdóttir í einum uppslagi á Facebook, hvussu hennara upplivingar hava verið við haturstalu.

Hon skrivar í uppslagnum, at vit skulu og eiga at tosa pent við hvønn annan á netinum, og kemur í uppslagnum inn á, hvat henni hevur verið fyri, tá tað kemur til haturstalu og ágang á netinum:

"Um eg møti tykkum, skal eg javna tykkum í vegin"

Mikukvøldið var altjóða kvinnudagur. Eg var í Háskúlanum í Havn og hátíðarhelt dagin. Á skrá var m.a. eitt sofaprát, har Barbara Holm var orðstýrari, sum snúði seg um niðrandi málburðin á sosialum miðlum og avleiðingarnar, sum koma av hesum.

Eg havi leingi ivast í, um eg skuldi skriva hetta. Eg byrjaði faktisk uppá tað fyri nøkrum døgum síðan, men droppaði tað, tí mann “setur seg í eina offurrollu,” men niðurstøðan frá sofaprátinum inspireraði meg til at siga frá, “tí hvørt bitchslap ger mun” sum Barbara eisini segði herfyri.

Við einum arbeiði, har fólk bæði síggja og hoyra teg, so skalt tú standa model til nógv, serliga óhóskandi og niðrandi viðmerkingar. Havi altíð sagt, at hesar viðmerkingarnar ávirka meg ikki, men sovorðið ávirkar altíð uppá onkran máta.

Ein fríggjamorgun, tá ið vit høvdu Góðan morgun Føroyar í útvarpinum, fingu eg og Marin Eidesgaard eini skelkandi boð í sms-skipanini:

“Um eg møti tykkum, skal eg javna tykkum í vegin. Haldi tykkum til gentuvesi. Ein sending til ungdom. Gmf er meira til bugvin folk/okkum sum eru meira bugvin. Hald tykkum burtur fra gmf”

Óbehagiligt at lesa, men eg má erligt siga, at hetta er neyvan tað ringasta eg havi fingið. Tí hugsaði eg bara; “og góðan morgun til tín.”

Tí tá ið Annika Dalsgaard og eg sum 21-22 ára gamlar fóru í holtur við Gentuvesið, so fingu vit óteljandi nógvar ljótar viðmerkingar – frá serliga eldri fólki. Havið nú í huga, at Gentuvesið var og er ein ungdómssending, við ungdómi sum høvuðsmálbólki.

Men, tá ið eg siti og hugsi um tað, so er tað absurd, at ein hóttan sum henda, ikki er tað ringasta eg havi lagt oyra til, tí eg so leingi havi upplivað, hvussu óhóskandi summi eru á netinum.

Tað seinasta var ein røð av anonym boðum inni á Jodel. Havi koyrt nøkur dømi í hetta uppslagið.

Aftur til hóttanina, eg og Marin fingu ein fríggjamorgun klokkan 08:21.

Tað stuttliga er, at eg sjáldan hoyri sovorðið, tá ið eg faktiskt møti fólki. Sjálvandi koma summi við kritikki, men sum oftast er tað konstruktivt, og fólk eru fólkalig fyri tað. Og sjálvandi skulu fólk sleppa at vera kritisk, men eitt er at vera kritiskur og eitt annað er, at vera so útspillandi aftanfyri ein skerm – ofta anonymt.

Gloymir mann, at har er eitt menniskja hinumegin skermin?

Til sofaprátið søgdu tær, at tað vóru serliga menn, sum vóru niðrandi. Hetta upplivið eg eisini.

Eg upplivið mangan, at tað eru eldri menn, eini 50+, sum skriva niðrandi og óhóskandi boð um meg og til mín. Eg veit eisini, at menn, sum eg arbeiði við, ikki uppliva tað sama, sum eg og aðrar kvinnur.

Tí er kvinnudagurin sera umráðandi - enn. Ikki bara fyri okkum kvinnur, men fyri øll. Dagurin vísur á, at vit enn ikki eru komin á mál, sjálvt um mong halda tað.

Vit skulu og eiga at tosa pent við og um onnur á netinum. Eg hopi, at onkur tekur okkurt av hesum til sín. Eg hopi at haturstala á netinum (og gjøgnum sms-skipanina) steðgar.

Ongin tímur at standa modell til sovorðið í longdini.

Talufrælsi doyr út, tá ið haturstala og útspilling tekur yvir.