VFF cup: HB vann á ÍF

HB vann sannførandi á uppflytaranum ÍF í VFF cup fyri lítlari løtu síðani

Ragnar Sjúrðarson
21. januar 2023 kl. 16:08

HB tók í móti ÍF á ovara vølli í Gundadali í dag klokkan 14. Tað hevur verið ivasamt um til bar at spæla á vøllinum vegna frost, men í morgun varð staðfest, at tað var spælandi á ovara vølli.

 Mads Borchers, sum annan desember í fjør skrivaði undir tvey ára sáttmála við sigursvanda havnafelagið, legði HB framum bæði 1-0 og 2-0.

 Jákup Thomsen staðfesti sigurin og skoraði til 3-0 tá dysturin nærkaðist endanum.