Viaplay hækkar prísin

Nú verður tað uppaftur dýrari hjá føroyingum at hyggja eftir ítrótti á Viaplay

Fríðmundur Nattestad
12. februar 2024 kl. 13:51

Prísurin á totalpakkanum hjá Viaplay, sum vísur allan ítrótt, er í løtuni 449 krónur um mánaðin. Frá 14. mars noyðist tú at gjalda 499 krónur um mánaðin, um tú vilt síggja m.a. Premier League og Champions League. Hetta er ein príshækking á 11 prosent.

Felagið, sum rekur stroymingtænastuna, Viaplay Group, sigur í tíðindaskrivi, at inflatión og øktar framleiðsluútreiðslur eru orsøkirnar til príshækkingina.