Viaplay selur rættindi til summar Premier League dystir

Skjótt verður neyðugt við tveimum stroymingtænastum, um ein vil síggja allar Premier League dystir

Fríðmundur Nattestad
27. mars 2024 kl. 13:30

Flestu føroyingar, sum fylgja við í bestu ensku fótbóltsdeildini, Premier League, hava hald hjá norðurlendsku stroymingtænastuni Viaplay. Har hevur í mong ár borið til at stroyma allar dystir í Premier League. Nú verður hetta tó broytt.

Viaplay hevur gjørt avtalu við Amazon, sum rekur stroymingtænastuna Amazon Prime, um at frá komandi kappingarári av, verða allir teir fyrstu leygardagsdystirnir í Premier League bara vístir á Amazon Prime.

Hetta merkir altso, at um ein vil hava møguleika fyri at síggja allar dystir í Premier League, so er neyðugt at hava hald hjá bæði Viaplay og Amazon Prime.