VÍF vann bronsuna

Hondbóltur kvinnur: Tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tær úr Vestmanna høvdu bast Neistanum

MYND: HSF
Jóannes Hansen
25. apríl 2024 kl. 22:15

Í kvøld vunnu kvinnurnar hjá VÍF dystin um triðja plássið í landskappingini.

Neistin og VÍF dystaðust í kvøld í høllini á Hálsi í Havn, og tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at VÍF var bronsuvinnari.

Eftir vanliga leiktíð var støðan 32 - 32 eftir hálvleiksleiðslu 14 - 12 til VÍF.

Í longdu leiktíðini, sum var tvær ferðir fimm minuttir, fylgdust liðini. Neistin var frammanfyri 33 - 32, og so var VÍF frammanfyri 34 - 33, 35 - 34, 36 - 35 og 37 - 36. Tá ið tað restaðu 36 sekund javnaði Neisin til 37 - 37, og so var tað 13 sekund undan leikloki, at VÍF skoraði og við 38 - 37 sigri tryggjaði sær bronsukrónurnar.

Neistin – VÍF 37 – 38 eftir longda leiktíð

Kvinnur

Dystur um 3. plássið

Neistin: Hervør Niclasen 8, Bjørk F. Joensen 7, Anna S. Mikkelsen 7, Brynja Høj 5, Lea Mortensen Mørk 4, Silja Heðinsdóttir 2, Tóra L. Mortansdóttir 2, Sára S. Mikkelsen 1, Óluvá Rasmussen 1

VÍF: Fríða Nolsøe Olsen 8, Durita Christophersen Jojic 8, Petra Ó. Reynstind 6, Rannvá Olsen 5, Anita Muratovic 4, Agnas Funn 3, Bjørg á Líknargøtu 3, Rana Johannesen 1

 

Í finalunum um FM eru Kyndil og StÍF.

Fyrsta finalan verður í høllini á Hálsi sunnudagin 28. apríl klokkan 17.00.

Onnur finalan verður í høllini á Skála mikudagin 1. mai klokkan 18.00.

Triðja finalan verður í Hoyvíkshøllini leygardagin 4. mai klokkan 15.00.

Um tað verður neyðugt við fjórðu og fimtu finalu, so verður spælt soleiðis:

Fjórða finalan verður í høllini á Skála týsdagin 7. mai klokkan 19.30.

Fimta finalan verður í høllini í Kollafirði leygardagin 11. mai klokkan 17.00.