Víkingur brynjar seg til framtíðina

Ingi Arngrímsson og Árni Nóa Atlason hava báðir skrivað undir tvey ára sáttmála við Víking

(Mynd: Facebook vangin hjá Víkingi)
Ragnar Sjúrðarson
26. januar 2023 kl. 21:45

Hetta skrivar facebooksíðan hjá Víkingi í kvøld:

“Ingi Arngrímsson og Árni Nóa Atlason hava báðir gjørt tvey ára sáttmálar við Víking 

Ingi, sum gerst 17 ár í februar, er úr Syðrugøtu, og hevur leikt við okkara 1. deildarliðið, síðani hann fekk aldur til vaksmannafótbólt í fjør. Hann er vinstrabeintur og spælir fyri tað mesta í miðverjuni. Ingi hevur verið fastur á U-landsliðunum og hevur eisini verið liðformaður í onkrum dystum.

Árni Nóa, sum júst er blivin 17 ár, er eisini úr Gøtu og hevur, eins og Ingi, spælt við okkara 1. deildarliðið, umframt at hava fingið sínar fyrstu minuttir á Betri liðnum. Árni Nóa er høgrabeintur og miðvallari og hevur hann eisini verið fastur á U17 landsliðnum 

Tveir ungir og evnaríkir spælarar, sum vit síggja fram til at fylgja í framtíðini 

Til lukku við tykkara fyrsta sáttmála!”

Víkingur vann steypakappingina í fjør og bleiv nummar tvey í landskappingini, 19 stig aftanfyri KÍ.