Víkingur heldur fram í sama lagi

Ein nevndarlimur bar seg undan afturvali, og annars líkist nevndin sær sjálvari

víkingur.fo
12. februar 2024 kl. 23:05

Mánakvøldið 12. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi. Gleðiligt var at síggja at uppmøtingin var góð.

Árant Hansen varð valdur til fundarstjóra og Elin Vatnhamar Olsen til skrivara.

Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.

Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga.

Vit eiga ein góðan felagsskap, vid umleið 450 aktivum limum - 300 børnum og 150 vaksnum.

Grundarsteinurin í felagnum er framvegis tað sjálvbodna arbeiðið, har vit eiga eitt ótal av fólkið, sum leggja arbeiði í Víking - saman lyfta vit felagsskapin.

Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið; Hanna E. Olsen, Petur Asbjørn Lervig og Jákup Poulsen.

Jákup Poulsen stillaði ikki uppaftur, og fyri hann bleiv Edith Dam Vang vald inn i nevndina.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Brandur Jacobsen, formaður

Hanna Erlingsdóttir Olsen, næstforkvinna

Elin Vatnhamar Olsen, skrivari

Jeffri Olsen, nevndarlimur

Edith Dam Vang, nevndarlimur

Petur Asbjørn Lervig, nevndarlimur

Vit takka Jákupi fyri hansara stóra arbeiði í nevndini seinastu mongu árini.

Nú síggja vit fram til kappingarárið 2024!