Víkingur hevur gjørt kubbið

Lyklaspælarin á miðvølli verður eisini tvey tey næstu árini í Sarpugerði

Jóannes Hansen
3. november 2023 kl. 20:44

Søgurnar hava verið nógvar um Géza Dávid Turi. Tað hevur ljóðað, at hann hevur verið á veg til útlendskan fótbólt. Bæði feløg í Ungarn, har hann var føddur, og í øðrum londum hava verið áhugað í at knýta hann at sær, og so hevur ljóðað, at KÍ, har pápi hansara er málmansvenjari, hevur verið áhugað í honum.

Tí eru teir í Víkingi fegnir, nú teir í kvøld kunngera, at felagið og Géza Dávid Turi hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Géza eisini tvey tey næstu árini verður á miðvøllinum í Sarpugerði.

Sambært faroesoccer.com hevur 22 ára gamli Géza Dávid Turi síðani 2020 spælt 92 dystir í bestu deildini og skorað trý mál. Hann hevur spælt 14 dystir í kappingini um løgmanssteypið, ein stórsteypadyst og so hevur hann verið við í seks altjóða dystum.

Hóast eingin ivast í, at evnini eru til tað, so hevur Géza Dávid Turi ikki enn verið á føroyskum landsliðum. Tað kemst av, at hann framvegis er ungverskur ríkisborgari.