Víkingur hevur keypt nýggjan álopsspælara

Jørgen Nielsen verður í hvussu so er í tvey ár í Sarpugerði

Mynd: Víkingur
Jóannes Hansen
27. november 2023 kl. 21:26

Jørgen Nielsen og Víkingur hava skrivað undir tvey ára sáttmála.

Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:

Glyvramaðurin, sum seinasta árið hevur spælt við B68, er framrættaður leikari. Jørgen er 20 ára gamal og hevur leikt 60 dystir í Betri deildini og skora 10 mál. Afturat tí hevur Jørgen eisini spælt 23 U-landsdystir, har hann hevur skorað 7 mál (kelda: faroesoccer)

Jørgen hevur verið fastur á U21 landsliðnum í ár, sum hava fingið fleiri góð úrslit. 

Vit gleða okkum at síggja Jørgen í ljósabláu blusuni, og ynskja honum vælkomnum í Sarpugerð - her er gott at vera, skrivar Víkingur í kvøld.

Í fjør var Martin Klein Joensen oftast fremsti maður hjá Víkingi. Hann skoraði 16 mál, men er nú farin til Íslands, har hann er farin undir fyrireikingar til nýggja kappingarárið í Njarðvík í næstbestu deildini.

Aðrir álopsspælarar í Víkingi í ár hava verið Finnur Justinussen, sum var nógv skaðadarvaður og skoraði fimm mál og Andreas Lava Olsen, sum spældi heilt lítið, tí hann var so nógv skaddur. Felags fyri teir báðar er, at teir ikki enn hava skrivað undir sáttmála fyri 2024.

Toppskjútti hjá Víkingi og í kappingini yvirhøvur í 2023 var Sølvi Vatnhamar, veteranurin á framrættaðum miðvallarplássi, sum skoraði 21 mál.

Nú er líkt til, at samanspælið millum Sølva Vatnhamar og Jørgen Nielsen fer at hava stóran týdning fyri álopsspælið hjá Víkingi, sum eisini er grundað á hugflogsríkar og bólttryggar síðuspælarar. Her verður hugsað um Jákup Johansen, Olaf Bárðarson og Poul Kallsberg, sum allir hava skrivað undir uppá, at teir eisini í 2024 fara at spæla við Víkingi.