Víkingur hevur møguleika at seta met um 23 dagar

Sigurin hjá Víkingi mánakvøldið í grannauppgerðini ímóti NSÍ var tann 20. á rað í landskappingini.

Venjarin hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen eygleiðir tveir av sínum monnum – Árna Nóa Atlason og málskjúttan Poul Kallsberg – í dysti við Klæmint A. Olsen og NSÍ í Runavík síðsta mánakvøld, tá ið Víkingur sigraði 1-0 og vann 20. landskappingardystin á rað. Í morgin fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi
Jóannes Hansen
3. mai 2024 kl. 22:08

Nú víkingarnir fara sigursgongd kring landið hevur spurningurin fleiri ferðir verið uppi og vent, um talan er um nýtt met ella um, nær Víkingur fer at taka metið við flest sigrum á rað í landskappingini.

Jóhan Petur Poulsen og hansara menn í Víkingi eru ikki farnir av vøllinum uttan fulla úrtøku síðani 10. juni í fjør, tá ið tað í Sørvági endaði við 3-2 tapi.

Hóast tað ikki verður tosað um tað í Sarpugerði, so er Víkingur í løtuni stórfavorittur at vinna fyrsta FM heitið síðani 2016 og 2017, tá ið Víkingur vann tvey tey fyrstu FM heitini yvirhøvur.

Felagsliðið hjá teimum í Eysturkommunu er eyðkent av yvirskoti á øllum parametrum. Tað eru bara farin trý mál ígjøgnum, og tað eru færri enn hjá øllum hinum. Víkingur hevur skorað 21 mál, meðan tvey tey næstu – HB og KÍ – hava skorað 15 mál. Málmunurin hjá Víkingi er +18, og frægasti málmunurin hjá hinum er tann hjá HB, sum er +10. Avrikini vísa, hvussu væl konseptið hjá Jóhan Petur Poulsen er inngrógvið. Og so er tað týdningarmikið, at tað er stór kapping um plássini, hóast fleiri av góðu spælarunum eru skaddir, og at veteranarnir Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar og Finnur Justinussen eru heilt væl upplagdir.

Hagtalsnørdar spyrja nú, um tað er komið fyri áður, at eitt felag hevur vunnið 20 landskappingardystir á rað. Í fjør vann KÍ 17 teir fyrstu dystirnar, áðrenn klaksvíkingar taptu 2-1 í Sarpugerði ímóti Víkingi. Í 2022 var endaspurturin hjá KÍ góður. 1. september 2022 endaði tað 1-1, tá ið B36 var í Klaksvík, og so vann KÍ seks teir seinastu landskappingardystirnar. Tað vil siga, at KÍ í 2022 og 2023 vann 23 landskappingardystir á rað.

FaroeSoccer veit at siga, at hetta er sama talið av sigrum á rað, sum HB megnaði fyrrapartin av sjeytiárunum. Tá var dystatalið væl lægri, tí tað vóru færri lið við í kappingini. Í 1974 vann HB 9 landskappingardystir á rað eftir tap í fyrsta dystinum, í 1975 vann HB allar tíggju landskappingardystirnar, og í 1976 vann HB fýra teir fyrstu dystirnar. Tað vil siga, at góða HB liðið hetta tíðarskeiðið vann 23 landskappingardystir á rað og setti metið, sum framvegis er galdandi.

Um Víkingur í hesum høpi skal seta nýtt met, so er neyðugt at vinna fulla úrtøku fýra tær næstu ferðirnar. Tvær tær næstu ferðirnar verður tað á útivølli ímóti EB/Streymi og KÍ og so á heimavølli ímóti NSÍ og 07 Vestur. Í løtuni er sannlíkið stórt fyri, at Víkingur fer at vinna hesar dystirnar og 26. mai á heimavølli ímóti 07 Vestur at vinna 24. landskappingardystin á rað og harvið at taka metið, sum HB setti í tíðarskeiðnum 1974 – 1976, og sum KÍ endurtók 2022 - 2023.

 

Sigursrøðin hjá Víkingi

25 06 2023

Víkingur – ÍF

5-0

02 07 2023

EB/Streymur – Víkingur

0-2

06 08 2023

TB – Víkingur

0-2

11 08 2023

Víkingur – KÍ

2-1

20 08 2023

Víkingur – TB

1-0

27 08 2023

ÍF – Víkingur

1-7

01 09 2023

Víkingur – AB

5-0

19 09 2023

HB – Víkingur

1-2

24 09 2023

Víkingur – 07Vestur

3-1

01 10 2023

Víkingur – B36

6-0

08 10 2023

B68 – Víkingur

0-3

22 10 2023

Víkingur – EB/Streymur

8-0

29 10 2023

KÍ – Víkingur

1-2

09 03 2024

07Vestur – Víkingur

0-2

15 03 2024

Víkingur – HB

2-1

01 04 2024

Víkingur – B68

2-0

07 04 2024

ÍF – Víkingur

1-8

14 04 2024

Víkingur – Skála

2-1

21 04 2024

Víkingur – B36

4-0

29 04 2024

NSÍ – Víkingur

0-1

04 05 2024

EB/Streymur – Víkingur

12 05 2024

KÍ – Víkingur

20 05 2024

Víkingur – NSÍ

26 05 2024

Víkingur – 07Vestur

kelda FaroeSoccer