Víkingur og AB spæla tvær ferðir í seks dagar

Støðan eftir fyrsta triðing minnir nógv um hana fyri einum ári síðani

Jóannes Hansen
14. mai 2023 kl. 22:59

Átta av teimum tíggju í bestu deildini hava nú spælt einaferð ímóti øllum hinum. Síðsti dysturin í 9. umfari verður í annaðkvøld, tá ið Víkingur fær vitjan av AB. Merkisvert er tað, at í 10. umfari hittast Víkingur og AB aftur. Tá verður tað á Argjum.

Í dag vann KÍ 1-0 á útivølli ímóti HB. Klaksvíkingar hava eftir fyrsta triðingin av kappingini fulla úrtøku. Tað er bara komið fyri einaferð áður, síðani kappingin í 2005 fór at fevna um 27 umfør, at eitt felag eftir fyrsta triðingin hevur havt fulla úrtøku. Tað var í fjør, og tá var tað eisini KÍ, sum hevði fulla úrtøku.

Nú eru tað seks stig frá KÍ og aftur til næsta avbjóðaran, sum er B36. Eftir fyrsta triðingin í fjør vóru tað eisini seks stig frá KÍ og aftur til næsta avbjóðaran, sum tá var Víkingur.

At tað í dag eydnaðist TB at vinna eitt stig á Toftum kann benda á, at tað fer at verða spenningur um at sleppa undan at flyta niður.

Um nakrar vikur verður flytingarvindeygað aftur opið, og tá er tað sannlíkt, at feløgini fara at fáa nýggjar spælarar í hópin. Hóast KÍ er suverent topplið, so er felagið illa mannað í aftasta plássinum. Í dag var málmansvenjarin, 49 ára gamli Géza Támas Turi, millum stólparnar. Norski málverjin Markus Olsen Pettersen var noyddur at geva avboð, tí hann var sjúkur.

 

EB/Streymur – 07 Vestur 0-5 (0-1)

0-1: Daniel Obbekjær 17.

0-2: Janus Svabo Samuelsen 50.

0-3: Jasper Van Der Heyden 60.

0-4: Uros Stojanov 65.

0-5: Mathias Voss 75.

 

B68 – TB 1-1 (1-1)

1-0: Jørgen Nielsen 12.

1-1: Samudeen Musah 31.

 

HB – KÍ 0-1 (0-0)

0-1: Páll A. Klettskarð 71.

 

B36 – ÍF 5-1 (2-0)

1-0: sjálvmál 3.

2-0: Taufee Skandari 21.

3-0: Valerijs Sabala 53.

3-1: Jhon Mena 61.

4-1: Michal Przybylski 71.

5-1: Valerijs Sabala 81.

 

 

9

9

0

0

25

4

27

B36

9

7

0

2

23

9

21

HB

9

6

2

1

21

5

20

Víkingur

8

4

2

2

15

10

14

07 Vestur

9

3

1

5

15

15

10

B68

9

2

4

3

10

17

10

ÍF

9

3

0

6

9

15

9

EB/Streymur

9

2

1

6

5

16

7

TB

9

1

3

5

5

23

6

AB

8

0

1

7

1

15

1

Í morgin

Víkingur – AB: Heini Ziskason Viðoy kl. 19.00

 

10. umfar

Leygardagin 20. mai

EB/Streymur – ÍF: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

Sunnudagin 21. mai

B68 – B36: Petur Reinert kl. 16.00

07 Vestur – KÍ: Áki Leitisstein kl. 15.00

HB – TB: Rúni Olsen kl. 15.00

AB – Víkingur: Bjarki Danielsen kl. 15.00