Vikmar fingið harraboð frá Umhvørvisstovuni at taka sjókort burtur

Vikmar hevur í dag fingið áheitan frá Umhvørvisstovuni, um at taka øll sjókort til almenna nýtslu burtur. – Føroyskur havbotnur er blivið danskt hernaðarøki, sigur stjórin í Vikmar

Sigurjón Einarsson
5. oktober 2021 kl. 12:01

Herfyri kunngjørdi Vikmar, at tey høvdu gjørt nýtt kort yvir landslag á botni, ið ikki hava verið at sæð áður. Hetta gjørdi Vikmar í teirri trúgv, tí 1. januar 2020 yvirtóku Føroyar sjókortini, sum deild undir Umhvørvisstovuni umsitur.

Í dag hevur Vikmar fingið áheitan frá Umhvørvisstovuni, um at taka øll sjókort til almenna nýtslu burtur.

Umhvørvisstovan vísir til Lov om stedbestemt information §7 stk., sum ljóðar soleiðis:

“§ 7. Før søopmåling til andre formål end fremstilling af søkort må foretages i farvandene omkring Færøerne, skal der indhentes tilladelse hertil hos energi-, forsynings- og klimaministeren. Til brug for ministerens afgørelse, om der kan gives tilladelse, skal ministeren indhente en udtalelse fra landsstyret og Forsvarsministeriet”.

Tað, ið undrar stjóran í Vikmar, Jan Hammer Egholm, er, at við hesari áheitan, so skilir hann tað soleiðis, at øll uppmáting má halda uppat, tí at hesi skulu hava góðkenning frá landsstýrinum og donsku verjuni.

– Eg havi verið í hesi vinnu síðan 1997, og vit hava líka síðani tá selt tól til skip, ið gera betur fiskikort, sum tey seinastu árini eru vorðin standard umborð á øllum fiskiskipum. Ja, í dag verður tað eisini brúkt umborð á frítíðarbátum eisini, og tað má so merkja, at alt hetta eisini nú er ólógligt? Tað kann ikki bara umfata Vikmar? skrivar Jan Hammer Egholm, stjóri í Vikmar, í eini dagføring á sínum Facebook-vanga.

Stjórin vísur á, at fleiri og fleiri lond gera sjókort ókeypis, so tey eru gjørd tøk hjá øllum at brúka, har til dømis USA var eitt av teimum fyrstu at gera hetta. Norra gjørdi tað sama fyri stuttum, og somuleiðis hava norskir myndugleikar og onnur langt eina rúgvu av háupploysiligum botndata – tað vil siga dýpir og slag av botni út til øll at brúka.

Eisini vísur Jan Hammer Egholm á, at bæði Ísland og Írland gera eitt stórt arbeiði at gera botndata almenn, har tey hava skrásett hundraðtals vrak, sum almenningurin hevur atgongd til.

– Av heimsins høvum er bert umleið 20 prosent skrásett, og tí verður gjørt stórt arbeiði at savna hesi data inn í felag. Men hvat hendir í Føroyum? Vit, sum liva av øllum, sum er í sjónum? Skulu vit ikki vita meira um havumhvørvið her hjá okkum, skrivar Jan Hammer Egholm spyrjandi, og hann heldur fram:

– Google Street View hevur tikið myndir av hvørjum króki í Føroyum, og á kortal.fo kunnu vit síggja alt hugsandi á landi, men á sjónum mugu vit einki vita ella gera uttan loyvi frá landstýrinum og donsku verjuni?

– Kundi kanska skilt hetta, um hetta var undir kalda krígnum, men trúgv mær; tey, sum ynskja at vita nakað um botnin kring Føroyar, hava langt síðani hesa kunning.

Stjórin í Vikmar heldur, at hetta er sera álvarsligt, og hann vónar eisini, at hetta er alt ein stór misskiljing, hví danska verjan skal verða spurd eftir.

At enda spyr Jan Hammer Egholm í sínari dagføring, hvat føroyskir politikkarar siga til hetta.

– Vita teir av hesum í heila tikið?

– Er tað ikki nógv betur, at vit øll, sum hava við havið at gera, fáa nyttu av hesum data, endar Jan sína dagføring við at spyrja.