Viktor Orbán: Europa er í óbeinleiðis kríggi við Russland

Ungariski forsetin sigur, at tað ikki kemur uppá tal, at Ungarn fer at senda vápn til Ukraina ella at kvetta fíggjarligu sambondini við Moskva

Ragnar Sjúrðarson
19. februar 2023 kl. 15:35

Ungariski forsetin, Viktor orbán, helt í gjár sína árligu talu fyri tjóðini. Í taluni fanst hann at revsitiltøkunum hjá ES móti Russlandi.

-    Europa verður í hesum døgum ein partur av krígnum. Londini eru á eini vandamiklari vøgugongd, sigur Orbán.

-    Tað byrjaði við hjálmum. Nú senda vit stríðsvognar, og stríðsflogfør eru á breddanum, og skjótt fara vit at hoyra um sokallaði friðarherlið.

Ein long røð av londum í Europa, har í millum Danmark og USA, hava nýliga avgjørt at senda stríðsvognar til Ukraina.

Ungarn er limur í bæði ES og NATO, men Orbán hevur áður kallað revsitiltøkini hjá ES “katastrofal”.

Hann sigur, at ósemjan kundi ment seg øðrvísi, um mann hevði tryggjað, at Ukraina ikki slapp uppí NATO.

-    Tá Russland framdi hetta álopið, avbyrgdi vesturheimurin ikki ósemjuna, men lyfti hana á eitt panevropeiskt støði.

-    Vesturheimurin kundi havt taklað álopið sum eitt lokalt kríggj ella eina hernaðarliga ósemju millum tvey slavisk lond, sum Ungarn tilmældi, sigur Orbán

Viktor Orbán endaði taluna við at gera øllum greitt, at hansara stjórn hvørki fer at senda vápn til Ukraina ella at kvetta fíggjarligu sambondini við Moskva.