Vil hava øll fakfeløg í Føroyum at leggja saman

Ein ætlan um at avtaka lokalu arbeiðarafeløgini, fekk ikki undirtøku

Løgdu fakfeløgini saman, høvdu tey staðið nógv sterkari, heldur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Áki Bertholdsen
2. apríl 2024 kl. 08:40

Í desembur næsta ár eru tað 100 ár síðani, at Føroya Arbeiðarafelag varð sett á stovn. 

Tað var eitt stórt framstig fyri vanliga verkafólkið í Føroyum, staðfesir Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, nú felagið hevur havt aðalfund.

Men síðani eru tíðirnar nógv broyttar og tað hevur stórar avleiðingar fyri fleiri av teimum lokalu arbeiðarafeløgunum.

Nevndarlimir fara at eldast og vilja sleppa úr nevndunum. Men tann stóri trupulleikin er, at eingin er at avloysa tey, tí næstan eingin møtir á aðalfundum hjá lokalu feløgunum. 

Tí hava fleiri feløg leingi havt ynski um at niðurleggja lokalfelagið og at melda limir sínar beinleiðis í Føroya Arbeiðarafelag. 

Tey hava rætt og slætt ikki orku at halda fram sum forfólk ella sum nevndarlimir, og síggja ikki nakra meining í, at halda fram við sínum felagi, sigur Georg F. Hansen. 

Men skal hetta lata seg gera, krevst at lógirnar fyri Føroya Arbeiðarafelag, verða broyttar.

Á seinasta aðalfundi í fjør varð uppskot lagt fram um at broyta lógina, so at limir í lokalu arbeiðarafeløgunum kunnu verða meldaðir beinleiðis inn í Føroya Arbeiðarafelag.

Fyri at ein lógarbroyting kann verða samtykt, krevst at minst 2/3 av atkvøðunum á aðalfundinum, eru fyri. Men hóast meiriluti var fyri at broyta lógina, var undirtøkan ikki nóg stór til at lógin kann broytast.

Og sostatt halda lokalfeløgini fram, sum áður. Men Georg F. Hansen vísir á, at summastaðni hava lokalfeløg í einum øki, lagt saman í størri feløg. Tað er hent í Sundalagnum, har nøkur feløg løgdu saman, og feløgini í Gøtu og í Leirvík, hava eisini lagt saman, fyri at nevna tvey dømi.

Og sjálvur ivast formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag ikki í, at hetta er einasta gongda leiðin. Men hann leggur dent á, at hetta eru spurningar, tey lokalu feløgini avgera sjálvi, hvør sær.

Hann heldur enntá, at øll fakfeløg í landinum áttu at lagt saman í eitt stórt og sterkt fakfelag, tí tað hevði verið ein fyrimunur fyri allar løntakarar. 

– Bara eitt sterkt felag kann verða ein verulig mótvekt til Vinnuhúsið, har allir arbeiðsgevarar eru samlaðir, sigur Georg F. Hansen.

– Sterk fakfeløg eru trygdin fyri vælferðarsamfelagnum og fyri at arbeiðarum er tryggjað rímilig kor, leggur hann afturat.