Vil hava strangari revsing fyri at koyra við kenning

Tað skal minni til at missa koyrikortið og hjá summum fara bøturnar helst at hækka

Áki Bertholdsen
22. mai 2023 kl. 17:40

Revsingin fyri at koyra undir ávirkan av rúsdrekka, rúsevnum, ella av heilivági.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í ferðslumálum.

Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt partamannin, Dennis Holm, landsstýrismann í ferðslumálum, hvat hann ætlar at gera við ta sannroynd, at talið á teimum, sum koyra ávirkað, er nógv hækkað seinastu árini.

– Hetta er nakað, sum vit eiga at taka í størsta álvara, og vit eiga at seta tiltøk í verk fyri at fáa gongdina aftur á  beint, sigur Dennis Holm.

Men hann leggur kortini dent á, at tað er ongin skjót loysn á hesum álvarsliga trupulleika. Hann heldur at besti mátin er at fara undir eitt miðvíst upplýsingarátak fyri at fáa eina hugburðsbroyting.

Landsstýrismaðurin vísir á, at í nýggju ferðslutrygdarætlanini eru fleiri tilmæli um at basa rúskoyring. Endamálið er at talið á ferðsluvanlukkum við rúsdrekka ella rúsevnum skal vera 30 prosent minni í enn tað var í 2018.

Samstundis er ætlanin eisini at endurskoða reglurnar í logini um revsing fyri at koyra ávirkað. 

Nú er støðan tann, at verða bilførarar steðgaðir við 0,2 - 0,5 promillu í blóðinum, missa teir koyrikortið treytað. Tað merkir, at bilførararnir missa ikki koyrikortið, men teir skulu bara upp til nýggja koyriroynd.

Hetta kundi verið broytt til hesir bilfararnir beinleiðis mistu koyrikortið, akkurát sum teir gera tá ið promillan er yvir 0,5. 

– Fær ein førari, sum er undir útbúgving, bót fyri at bróta ferðslulógina, fær hann avsláttur, og bótin fer niður í helvt. 

Henda avsláttarskipan verður nú endurskoðað fyri at vita um hon skal takast av, sigur landsstýrismaðurin.

Hann leggur afturat, at eftir ætlan verða reglurnar um at skeið broytt. Í dag er tað eitt krav, at bilførarar, sum missa koyrikortið fyri rúsdrekkakoyring, skulu á skeið um rúsdrekka og ferðslu, áðrenn tey kunnu taka koyrikortið aftur.

Men nú er ætlanin, at tey, sum eisini missa koyrikortið fyri rúsevnakoyring, eisini skulu á skeið.

– Hetta loysir tó ikki trupulleikamn, men tað kann gera sítt til at forða fyri, at slíkt hendir aftur, sigur landsstýrismaðurin.