Vil taka stig fyri at bøta tannarøktina hjá ávísum samfelagsbólkur

Ein arbeiðsbólkur verður settur til endamálið

Áki Bertholdsen
26. mai 2023 kl. 08:36

Vit eiga at taka stig til at útvega ávísum samfelagsbólkum eina betri tannarøkt. Tað heldur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana um hon hevur nakrar ætlanir um at tryggja, at eldri og avlamin, ið ikki sjálvi kunnu fara til tannlækna ella tannrøktara fáa ein lógartryggjaðan rætt til hetta 

Margit Stórá ásannar, at eldri og avlamin, ið ikki kunnu fara til tannlækna sjálvi, hava ongan lógartryggjaðan rætt til at fáa tannarøkt.

– Eg haldi, at stig eiga at verða tikin til at lýsa og viðgera tørvin á einum skipaðum tannrøktartilboði til eldri og avlamin, heldur hon

Hon sigur, at hon hevur fingið undirtøku í landsstýrinum fyri at seta ein arbeiðsbólk  at koma við einum tilmæli um, hvussu børn og ung við serligum sjúkueyðkennum, ella tannsjúkum, kunnu loftast. 

– Tá í hetta arbeiðið er liðugt, eri eg sinnað at hyggja at øðrum samfelagsbólkum, ið kunnu hava tørv á serligum tilboði, eisini eldri og avlamin, sigur landsstýriskvinnan.

Hon leggur afturat, at Tannlæknafelagið hevur upplýst, at tað eru fólk, ið av ymsum orsøkum ikki fáa tannarøkt – og tey siga, at alið er veksandi, uttan at tey tó hava nøkur ítøkilig tøl fyri tað.

Síðani 1991 hava tannlæknar í Føroyum skrásett øll skúlabørn fyri tannsjúkur, men tey vísa á, at vit hava eingi hagtøl umtannheilsuni hjá teim vaksnu. Men tey halda, at slík hagtøl eiga at fáast til vega.

Margit Stórá sigur, at eisini hetta er ein spurningur, hon ætlar at taka upp.