Vilja hava ein mann varðhaldsfongslaðan fyri harðskap og hóttanir

Løgreglan leitaði á vágni í Klaksvík eftir einum knívi

Áki Bertholdsen
16. apríl 2024 kl. 07:41

Í gjár tók løgreglan í Klaksvík ein mann og setti hann í brummuna. Hann varð tikin fyri harðskap uttan fyri skeinkistaðið, Mollys í Klaksvík sunnunáttina.

Men har hevur hann eisini havt knív á lofti og tí er hann esini skuldsettur fyri hóttanir. Í tí sambandi leitaðu kavarar í botninum uttan fyri eitt av havnarløgunum í klaksvík eftir knívinum ,og hann hava teir funnið, sigur løgreglan.

Løgreglan sigur, at maðurin er nú á løgreglustøðini, men seinnapartin í dag verður hann førdur fyri rættin, við kravi um at hann verður varðhaldsfongslaður ímeðan málið verður lýst út í æsir.