

Vilja hava fongsul á Nesi
Tey hava tvey uppskot um, hvar tað liggur best
Áki Bertholdsen
7. juni 2023 kl. 16:08
Sum vit hava skrivað nakrar ferðir, er ætlanin at byggja nýtt fongsul og herfyri fingu kommunurnar kring landið høvi til at skjóta upp, hvat í Føroyum hetta nýggja fongslið skal vera.
Nakrar kommunur hava bjóðað seg fram, og tann seinasta í røðini, er Nes Kommuna.
Har varð málið viðgjørt á kommunustýrisfundi herfyri og har varð einmælt samtykt at bjóða tvey øki í kommununi fram.
Annað øki er sunnan fyri Blákrossheimið og hitt øki er í Fossdali.
Økið, sum skal setast av, skal vera minst 40.000 til 80.000 fermetrar til víddar og tað skal vera gott ferðasamband til og frá.