Vinalag Millum Russland og Kina knýtir Japan tættari NATO

Japan og NATO fyrireika tættari samstarv orsakað av einum felags ótta fyri styrkta hernaðarliga sambandinum millum Russland og Kina

Tv Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO. Th Fumio Kishida, forsætisráðharri í Japan:
Ragnar Sjúrðarson
31. januar 2023 kl. 12:12

Hetta greiða japanski forsætisráðharrin, Fumiso Kishida, og aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, frá í eini felags orðing.

Áðrenn vinabandið millum Russland og Kina er tað russiska innrásin í Ukraina, sum fær NATO og Japan at knýtast tættari saman.

-    Heimurin stendur við eitt søguligt vegamót í tí mest álvarsliga og innviklaða trygdarumhvørvinum síðan annan veraldarbardaga, stendur í orðingini.

Í orðingini stendur víðari, at menningin av kjarnorkuvápnum í Norðurkorea og felags hernaðarvenjingar millum Russland og Kina vekja ótta í Japan eins og í londunum í NATO.

Stoltenberg kom í gjár til Japan eftir at hann hevði vitjað Suðurkorea. Hann er í økinum fyri at kjakast um tær hóttanir, ið eru rættaðar í móti NATO og teimum asiatisku londunum sum eru á somu linju sum verjusamgongan