Vinnararnir av skrivikappingini 2022 funnir

Aftur í ár hevur verið skipað fyri stórari skrivikapping í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar koomunu. Nú er greitt, hvørjir vinnararnir av ársins skrivikapping eru, sum í ár snúði seg um at skriva eina ritroynd

Sigurjón Einarsson
26. apríl 2022 kl. 10:36

Hesa ferð snúði skrivikappingin í samband við Mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu seg um at skriva eina ritroynd/essay. Evnið til hesa essaykappingina hevur verið púra frítt, og latin vórðu fyrsta og onnur virðisløn umframt serstøk virðisløn til ungt fólk, ið vísti serliga góð evnir.

Fyrstu virðislønina fekk Jens Christian H. Carlsson fyri “Spenglerskar abstraktiónir”.

Dómsnevndin, sum eru Bergljót av Skarði, Oddfríður M. Rasmussen og Dorit Hansen, grundgav soleiðis fyri fyrstu virðisløn:

“Fyrsta krav fyri at skriva ein góðan tekst er eitt gott mál, og hetta essayið er í serflokki í so máta. Málið er lætt, livandi, stuttligt og fangandi við orðasamansetingum, sum kveikja hugasambond.

Essayið er ein ferð aftur í tíð og út í heim, og er eisini ein undran um støðuna í dag.

Í essayinum knýtir rithøvundurin saman tað smáa og tað stóra, tað gerandisliga og tað heimspekiliga, tað politiska og tað menniskjaliga, ta heimligu mentanina og ta fremmandu mentanina.

Rithøvundurin hyggur undrandi at sær sjálvum og øðrum á ferð í Sovjetsamveldinum, stutt áðrenn Berlinmúrurin fall. Hann skrivar fyri at koma nærri einum sannleika uttan á nakran hátt at leggja fram eina longu funna niðurstøðu. Heldur tekur hann lesaran við á eina ferð, har vit saman sleppa at undrast um tey menniskju og tær støður, sum koma á leiðini, og smílast um stuttligu lýsingarnar.

Og eftir at hava lurtað eftir føroysk-ukrainskum felagssangi, kunnu vit saman við rithøvundinum undrast um tað, sum vit eru vitni til í sama umráðið í dag. Heitið er “Spenglerskar abstraktiónir” og peikar bæði tíðina tá, tíðina nú og ringrásina, sum vit neyvan nakrantíð fara at skilja”.

Onnur virðislønina vann Sigrið Mikkjalsdóttir við “Lítla gentan í grillbarrini og hennara fyrimyndir”.

Dómsnevndin grundgevur soleiðis:

“Essayið er persónligt og alment, tað er afturlítandi, samstundis at tað er háaktuelt. Við støði í persónligum upplivingum, lýsir rithøvundurin eina almenna avbjóðing, sum viðkemur okkum øllum.

Fortíð og nútíð verða snilt samanflættaðar við Helenu Damu, sum smágentan gevur blómur í Vágstúni, og  Ingilín og Hervør, ið verða vendar av eldri konum í føðingardegi. Og avbjóðingarnar hjá gentuni í grillbarrini vísa seg tíverri ikki at vera ein farin tíð, nú fokus er sett á arbeiðsumhvørvi hjá ungum fólkum.

Essayið kannar, kjakast og grundgevur. Tað er persónligt, hugsandi, klókt og opið”.

Serstøku virðislønina til ungt fólk, ið hevði víst serliga góð evnir, var Birgir Ferjá Heldarskarð við “Um tað at eta”.

Dómsnevndin skrivar soleiðis um essayið hjá Birgiri:

“Essayið ”Um tað at eta” er stuttligt og tankavekjandi. Essayið viðger eitt gerandisligt evni við persónligum vinkli, men evnið er samstundis alment og heimspekiligt. Vit ferðast frá einari deyðari kettu á havnagøtum til alskyns hugmyndir av kerum djórum, sum vit verða fóðrað við gjøgnum teknifilmar. Hvat lív hevur virðið, og nær er tað synd at drepa eina livandi veru. Tað eru stóru spurningarnir, ið verða latnir í eina lættan og stuttligan búnað í hesum essay”.

Vinnandi rithøvundarnir fingu ávíkavist 8.000 krónur og 6.000 krónur fyri 1. og 2. virðisløn.

Vinnandi tekstirnir verða lagdir út á heimasíðuna hjá bókasavninum við Løkin í heilum líki í næstum, skrivar heimasíðan, lokin.fo.

Kelda: lokin.fo

Fakta: Ritroynd – essay

Orðið essay er upprunaliga franskt og merkir roynd. Tað er júst tað eitt essay er – ein roynd at knýta høvundin í verðina. Ritroyndin, sum er føroyska heitið fyri hesa tekstagrein, er ein subjektiv roynd, har høvundurin við lív og sál skrivar niður egnar eygleiðingar av innara og uttara landslagnum. Ritroyndin er ein stuttur, lættlisin tekstur, sum viðgerð eitt evni ella setur fram próvførslu. Hon er ofta persónlig og eygleiðandi. Sansirnir verða brúktir til at geva ritroyndini fyllu og hetta gevur lesaranum møguleika til innlivan. Lívsspekiligu tankarnir hjá essayistinum bera evnið fram á torg, har pláss er fyri at dvølja, undrast, spyrja, viðmerkja og taka samanum.