Vísindagrein: Hvussu hava eldri føroyingar megnað koronutíðina?

Ein nýggj føroysk vísindagrein er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Public Health, ið samanber hvussu eldri føroyingar hava megnað koronutíðina

Sigurjón Einarsson
4. november 2021 kl. 12:27

Greinin,”The Faroese Septuagenarians cohort: A comparison of well-being before and during the COVID-19 pandemic among older home-dwelling Faroese”, er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Public Health.

Høvundar til greinina eru: Eina H. Eliasen, Pál Weihe, Maria Skaalum Petersen.

Kanningin samanber einsemi við sjálvsmetta heilsustøðu og lívsgóðsku undir koronatíðini – í mun til hvussu støðan var í 2018 áðrenn korona – hjá heimabúgvandi føroyingum í áttatiárunum.

Úrslitini vísa, at einsemið hækkaði, og fleiri eldri mettu heilsustøðuna samanborið við undanfarna ár at vera verri. Lívsgóðskan, sum heild, var eitt vet verri undir koronutíðini, og serliga var tað veikari kropslig heilsa og verri umstøður at luttaka í ymiskum fríðtíðarvirksemi, sum ávirkaði lívsgóðskuna neiliga.

Hinvegin, heldur óvæntað, vístu úrslitini, at lívsgóðskan innan sálarliga økið og umhvørvið hækkaði eins og sosialu viðurskiftini - við tað, at tey eldru søgdu seg vera sera nøgd við stuðul og hjálp frá familju og vinum undir koronutíðini.  

Samandráttur av kanningini kann lesast her.

Hald krevst til at lesa alla vísindagreinina.

Kelda: Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu