Vístur av landinum fyri grovan harðskap

Hann sleppur ikki aftur til Føroya í fimm ár

Áki Bertholdsen
10. juni 2024 kl. 07:44

Leygarkvøldið varð løgreglan boðsend tí harðskapur hevði tikið seg upp á einum privatum bústaði í Havn.

Løgreglan sigur, at talan var um ein útlending, sum hevði gjørt seg inn á ein annan útlending.

Gerningsmaðurin varð handtikin og settur í ein kliva á løgreglustøðini, og sunnumorgunin varð hann førdur fyri ein dómara.

Løgreglan sigur, at maðurin varð skuldsettur fyri grovan harðskap og hann játtaði seg sekan. 

Hann fekk dómin beinanvegin og hann var 60 daga treytaða fongsulsreving. Tað merkir, at hann skal ikki sita dómin, men hann fylgir við, skuldi hann gjørt okkurt annað.

Samstundis varð maðurin vístur av landinum og sleppur ikki aftur til Føroyar í fimm ár.

Maðurin verður sendur av landinum nú morgun

Hann er skuldsettur fyri at hava sligið og skumpað ein mann, og maðurin, sum var fyri harðskapi fór á Landssjúkrahúsið, har hann varð innlagdur til viðgerar.