Vit eiga fleiri bilar enn danskarar - men nógv færri enn íslendingar

Í Føroyum hevur meiri enn annaðhvørt fólk ein bil í túninum

Áki Bertholdsen
4. mai 2024 kl. 13:40

Upp á seg eiga føroyingar fleiri bilar enn tey gera í Danmark. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í januar í ár vóru 521 persónbilar í Føroyum fyri hvørji 1.000 fólk í Føroyum.

Hetta er væl meira enn í Danmark, har vóru 472 bilar fyri hvørji 1.000 fólk. Men hett er kortini minni enn í ES-londunum sum heild, tí í ES vóru í miðal 563 bilar fyri hvørji 1.000 fólk.
Hinvegin er hetta væl minn enn í Íslandi, tí har eru heili 741 bilar fyri hvørji 1.000 fólk - hetta var í 2022.