Vit eru ófatiliga væl fyri

Sum støðan verður hesi næstu árini, ávara bygdaráðslimir í Fámjin ímóti at leggja saman við Tvøroyri og Hvalba

Áki Bertholdsen
26. apríl 2024 kl. 12:26

Fámjins Kommuna er ófatiliga væl fyri, tað er einki at taka feil av. Tað sigur Arni Teindal, bygdaráðslimur í Fámjin.

Arbeitt hevur verið við at leggja tær tríggjar kommunurnar, Tvøroyri Hvalba og Fámjin, saman í eina kommunu. Ein arbeiðsbólkur hevur lýst fyrimunir og vansar við samanlegging og hann hevur mælt til, at tær leggja saman. Bólkurin hevur eisini mælt til, at tað verður fólkaatkvøða í teimum trimum kommununum um samanlegging.

Tvøroyrar Býráð og bygdaráðið í Hvalba hava samtykt at hava fólkaatkvøðu og sum vit skrivaðu í áðni, arbeiða kommunustýrini á Tvøroyri, og í Hvalba, framvegis fram ímóti eini samanlegging.

Men meirilutin í bygdaráðnum í Fámjin heldur, at støðan er ikki búgvin til tað enn. 

Arni Teindal er annar bygdaráðslimurin í Fámjin, sum ikki heldur, at tey skulu fólkaatkvøðu í Fámjin um samanlegging.

Hann heldur eisini, at støðan í Fámjin, sum ikki er ring, tvørtur ímóti er kommunan væl fyri. Arbeiðsbólkurin, sum hevur fyrireikað samanleggingina, sigur, at í 2022 vóru útreiðslurnar hjá Fámjins Kommunu til eldraøkið 24.000 krónur fyri hvønn íbúgva, men í Hvalba og á Tvøroyri vóru tær 13.000 krónur.

Men í 2023 eru útreiðslurnar í Fámjin lækkaðar niður í 20.800 krónur fyri hvønn íbúgva, men Í Hvalba og á Tvøroyri eru tær hækkaðar 1.700 - 2.000 fyri hvønn íbúgva. 

– Tað merkir, at útreiðslurnar í kommununum nærkast og tær fara at útjavnast enn meiri, tí hinar kommunurnar eru á veg Famjins Kommuna hevur verið, sigur Arni Teindal.  

Hann staðfestir, at Fámjin hevur havt sera nógv gomul fólk, men lívsins gongd er, at tey fella frá og nú er talið minkandi. Og fram til 1. januar í 2033, eru tað bara seks fólk afturat í Fámjin, sum fylla 76 ár.

Sostatt fara útreiðslurnar hjá Fámjins Kommunu til eldraøkið eisini at minkað munandi hesi næstu árini, og eldraøkið í Fámjin er einki at stúra fyri, leggur hann afturat.

Eru skuldarfrí um fýra ár

Hann heldur eisini, at tølini, sum hava verið frammi, mála eina mynd av støðuni í Fámjin, sum er daprari enn hon í roynd og veru, er.

– Skeivleikin kemur í av tí at útreiðslurnar til rakstur og íløgur verða blandaðar saman

Raksturin hjá Fámjins kommunu hevur givið stórt avlop:

Í 2020 var avlopið 871.000 krónur

Í 2021 var avlopið 702.000 krónur

Í 2022 var avlopið 1.071.000 krónur

– Árið í fjør er ikki liðugt enn, men helst er tað ikki langt frá miðaltalið av hesum, sigur Arni Teindal.

Hann sigur, at grundin til at fíggjarliga úrslitið er so vánaligt, tá ið íløgurnar eru taldar við, er at Fámjins kommuna hevur gjørt íløgur fyri seks milliónir. Sostatt hevur kommunan nú ongar neyðugar, ella kravdar íløgur hesi næstu nógvu árini.

Við verandi inntøkum hevur Fámjins kommuna onga skuld um fýra ár, sigur Arni Teindal.

Hinvegin hevur Fámjins kommuna longu gjørt, at kalla allar neyðugar íløgur í kloakkir, nýggja vatnveiting, tvey sporaðar vegir, í nýggj gøtuljós, í lendingina, umframt at vit hava fingið fipur kaðal til internet í hvørt hús og tvey almenn WC til rørðslutarnað.

– Fíggjarætlanin fyri vísir eitt avlop upp á 423.000 krónur og higartil sær hon út til at halda, tí tað, sum er eftir at gera av íløgum, er bara smáttarí.

Hann heldur eisini, at í roynd og veru hevur arbeiðsbólkurin, sum kannaði fyrimunir og vansar við samanlegging, bara arbeitt fram ímóti tí endamáli at mæla til samanlegging. 

– Tá ið hann varð settur, var einki í arbeiðssetninginum um eina fólkaatkvøðu, sigur Arni Teindal.

Hann sigur áðrenn bólkurin legði úrslitið fram, at spurningurin um fólkaatkvøðu ikki í tonkunum á nøkrum.

Hin bygdaráðslimurin í Fámjin, sum ikki tekur undir við at hava fólkaatkvøðu nú, Arnbjørn í Smiðjuni, sigur, at verða kommunurnar lagdar sama við tí íløgutørvi, sum er í hinum kommunum, verður tað ein vanlukka fyri fámjiningar, tí so fer skuldin til himmals.

Vit hava meiri um eina løtu