Vit skulu ikki gevast at drepa grind tí at tað skelkar summi ferðafólk

Lata vit okkum trýsta av útlendskum ferðafólki, kann tað verða ein glíðibreyt, halda grindamenn

Áki Bertholdsen
28. apríl 2024 kl. 10:50

Seinasta summar lá eitt stórt ferðafólkaskip við bryggju í Havn samstundis sum at ein grind varð holdin til í Sandagerði. 

Tað vórðu útlendsku ferðafólkini so skelkað av at síggja, at tey klagaði til reiðaran, sum átti skipið. Og hann gjørdi ikki mætari enn at biðja tey so miriliga um umbering fyri at tey skuldu koma í hesa støðuna at grind varð rikin inn á Havnina, samstundis sum at tey vóru har.

Síðani tók eitt ávíst kjak seg um um vit skulu laga okkum til hesi útlendsku ferðafólkini og lata vera.

Á hesum øki er støðan hjá Grindamannafelagnum púra greið: Vit skulu ikki laga okkara gerandisdag eftir útlendskum ferðafólkum og tí skulu vit heldur ikki lata vera við at drepa grind fyri tí um eitt útlendskt ferðafólka skip er her.

Á aðalfundinum hjá Grindamannafelanum upplýsti formaðurin, Esmar Joensen, annars, at tá ið hetta sama skipið fór úr Føroyum, fór víðari til Íslands, Grønlands og Noregs - og har drepa tey eisini hval. 

– Moralur er góður, men dupultmoralur er dupult so góður, helt hann turrisliga fyri.

Hann sigur, at eyðvitað skal grindadráp altíð vera við skili. Tí fara vit ikki at reka eina grind á Havnina á ólavsøku, ella á Gøtu tá ið G-festivalurin er.

Men hann sigur, at vit skulu ikki lata okkum trýsta av ferðafólkum og lata vera við at derpa grind, bara tí at tað sker í eyguni á teimum.

Hann ávarar ímóti, at tað kann verða ein glíðibreyt. Bakka vit fyri ferðafólkumum á útlendskum ferðafólkaskipum, hvat verður so tað næsta, spurdi hann. 

Skulu vit so heldur ikki drepa grind, hvørja ferð eitt stórt ferðalag er her, kanska í sambandi við eina ráðstevnu, ein landsdyst í fótbólti, ella okkurt annað tiltak, sum dregur nógvar útlendingar hendavegin, spyr hann.

Hann sigur eisini, at í roynd og veru er veruleikin eisini tann, at nógv ferðafólk koma higar at uppliva okkara mentan, eisini grindadráp.