Vit skulu leggja um frá fiskidøgum til kvotur

Búskaparráðið sigur, at sum støðan er nú, fáa vit alt ov lítið burtur úr fiskiríkidøminum undir Føroyum

Áki Bertholdsen
2. apríl 2024 kl. 21:20

Sum støðan er nú, fáa vit alt ov lítið burtur úr okkara fiskiríkidømi. Tað staðfestir Búskaparráðið.

Tí eru tey komin til ta niðurstøðu, at núverandi skipan við fiskidøgum, hevur ikki eydnast, og sostatt halda tey eisini, at vit eiga at leggja um til eina kvotuskipan ístaðin.

– Heimaflotin er komin til eitt markamót, og neyðugt er at gera eina haldgóða ætlan fyri, hvussu heimaflotin gerst burðardyggur, so hann gevur íkast til búskapin, sigur Búskaparráðið.

Serliga toska- og hýsustovnarnir undir Føroyum eru staðbundnir stovnar, og tað sum hvørt ár verður tikið úr stovnunum, hevur sjálvsagt ávirkan á støddina á stovnunum. 

Tí hevur veiðitrýstið týdning fyri tað varandi ískoyti, sum fiskastovnarnir kunnu geva føroyska búskapinum. 

Endamálið við at avmarka veiðitrýstið er fyrst og fremst, at fiskastovnarnir skulu geva størst møguligt búskaparligt avkast til samfelagið í longdini. 

Søguliga hevur veiðan av toski verið eini 25.000 tons í miðal um árið. Men vánalig umsiting av toskastovninum kann verða grundin til, at toskastovnurin nú er so lítil sum ongantíð fyrr, og at veiðan av toski undir Føroyum bara hevur verið eini 5.000 tons um árið hesi seinastu árini.

Við øðrum orðum fara stór samfelagslig virði fyri skeytið á hvørjum ári, møguliga orsakað av vánaligari umsiting.

Stóra talið á óbrúktum fiskidøgum, er eitt tekin um, at skip ikki mangla fiskidagar, og at tað so at siga altíð ber til at fiska meira. 

Tí er fiskidagaskipanin at kalla tað sama sum frítt fiskarí eftir botnfiski og tað er ikki gott, hvørki lívfrøðiliga ella búskaparliga.

Tað kann vera torført at gera eina greiða niðurstøðu um, hví støðan hjá eitt nú toskinum er so ring. 

Fleiri lívfrøðiligar grundir kunnu vera til hetta, men ovurfiskarí kann eisini verða grundin, heldur Búskaparráðið. 

Lívfrøðiligu umstøðurnar kunnu vit ikki stýra, men hvussu nógvur fiskur verður tikin úr stovninum á hvørjum ári, kann og eigur at verða stýrt. 

– Búskaparráðið metir tað vera meira skynsamt at hava kvotur, heldur enn fiskidagar, tí kann so setast fyri, hvussu nógv, ið verður fiskað. 

Í minsta lagi eigur eitt hámark at verða sett fyri fiskiskapin, fyri at tryggja at lívfrøðilig hámark vera hildin, heldur Búskaparráðið.