Wimbledon missir øll stigini

Vinnararnir av Wimbledon í ár fáa eingi stig til styrkilistan hjá hvørki ATP ella WTA, hava altjóða tennissambondini boðað frá. Avgerðin kemur sum svar upp á avgerðina hjá Wimbledon at útihýsa russiskum og hvítarussiskum spælarum í ár

Russiski Daniil Medvedev slær ein fluktara móti Marin Cilic í Wimbledon í fjør. Mynd: EPA
Steinar Patursson
23. mai 2022 kl. 19:00

Altjóða sambondini fyri harratennis og kvinnutennis, ávíkavist ATP og WTA, hava tikið avgerð um at taka Wimbledon kappingina úr altjóða styrkilistunum fyri bæði menn og kvinnur í ár.

Ítøkiliga merkir hetta, at spælarir fáa ikki stig á hvørki ATP ella WTA styrkilistunum fyri at luttaka á Wimbledon í ár.

Wimbledon er ein av fýra stóru grand slam kappingunum, og fyri at vinna eina grand slam kapping fær vinnarin ikki færri enn 2000 stig. Havandi í huga, at Novak Djokovic og Iga Swiatek - sum liggja nummar eitt á ATP og WTA styrkilistunum – hava ávíkavist 8660 og 7061 stig, er greitt, at stigatalið, ið nú hvørvir frá Wimbledon, hevur nógv at siga.

Avgerðin hjá tennissambondunum kemur í kjalarvørrinum á avgerini hjá All England Lawn Tennis Club at útihýsa øllum russiskum og hvitarussiskum leikarum frá Wimbledon í ár orsakað av russisku innrásini í Ukraina.

Um avgerðina siga ATP og WTA, at einki annað var at gera, tí at Wimbledon hevur ikki hildið avtaluna við sambondini um stigini á styrkilistanum, og ATP sigur eisini, at avgerðin hjá Wimbledon ”undirminerar prinsippið og integritetin” í skipanini við ATP styrkilistanum.

All England Lawn Tennis Club sigur sambært The Guardian, at felagið harmast um avgerðina hjá ATP og WTA.

Avgerðin at útihýsa russisku og hvítarussisku leikarunum rakar heldur ikki bara hvønn sum helst, og millum annað sleppur Daniil Medvedev, sum í løtuni liggur nummar tvey á ATP styrkilistanum, ikki við, tí hann er russari.

ATP og WTA høvdu frammanundan gjørt av, at russiskir og hvítarussiskir skuldu framhaldandi sleppa at luttaka á øllum ATP og WTA kappingum – tó undir neutralum (hvítum) flaggi.