Yvir 1.000 fólk úr fremmandum londum fingið serligt arbeiðsloyvi í Føroyum

Sum støðan er, hava teir betri rættindi enn føroyingar, og tað er óvist, um tað verður  broytt

Hava virkini ikki útlendsk arbeiðsfólk, mugu tey lukka
Áki Bertholdsen
6. september 2023 kl. 13:50

Síðani tann serliga fast-track skipanin kom í gildið, hava 1.050 útlendingar fingið arbeiðsloyvi í Føroyum. Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Her er talan um útlendingar, sum hvørki eru úr einum norðurlandi, ella úr einum ES-landi. Fast-track skipanin var sett í gildið fyri at gera tað smidligari skjótari at fáa fólk úr heilt fremmandum londum til Føroya at arbeiða.

Serliga í fjør fingu eini 650 útlendingar arbeiðsloyvi og higartil í ár er talan um einar 270 útlendingar.

Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur víst á, at tað er eitt krav, at útlendingar fáa 40 tíma arbeiðsviku og tí eru teir betri vardir enn føroyingar. Tað merkir, at minkar arbeiði, verða føroyngar sendir til hús, tí arbeiðsgevarin hevur skyldu til at lata útlendingarnar fáa 40 tímar.

Tí hevur hon spurt landsstýrismannin um hann ætlar at gera nakað fyri at bøta um tann ójavnan.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað eru danskir myndugleikar, sum gera reglurnar fyri arbeiðsloyvi í Føroyum, eisini, hvussu nógvar arbeiðstímar tey hava krav upp á at fáa. Men tað gera tey eftir samráðing við Landsstýri.

Fyri at tryggja, at útlendingar, sum koma her at arbeiða, og hava familjuna við, eru førir fyri at føða og klæða familjuna, er krav akkurat nú sett um, hvussu stóra inntøku teir skulu hava.

Verður talið á arbeiðstímum lækkað hjá teimum, sum koma til Føroyar at arbeiða eftir Fast Track-skipanini, er ilt at siga, hvørjar avleiðingar hetta fær, sigur landsstýrismaðurin.

Fiskavirkisskipanin hjá Als tryggjar starvsfólki arbeiðsloysisstuðul, tá ið steðgur er í arbeiðinum tí at rávøru manglar. Fiskavirkisskipanin tryggjar arbeiðsfólki minst 32 tíma arbeiðsviku.

Stýrið fyri ALS hevur viðgjørt spurningin um at hækka teir 32 tímarnar, men semja er ikki í stýrinum um tað og tí er einki hent. 

Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum, Ingilín Didriksen Strøm,  hevur eisini heitt á stýrið fyri Als um at viðgera,um útlendingar, sum fáa fyribils arbeiðsloysi, framhaldandi vera í fiskavirkisskipanini. 

Stýrið fyri ALS hevur ikki gjørt eina niðurstøðu enn. Tey hava tó verið í samband við fiskavirkini og tey siga, at tað er avgerandi neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi fyri yvirhøvur at kunna hava virkini opin, sigur landsstýrismaðurin.