Yvirkærunevndin staðfestir úrskurðin hjá Aganevndini

Úrskurðurin hjá Aganevndini, ið sigur, at B68 skal vinna 3-0 í samband við brúk av ólógligan spælara, stendur við. Tað hevur Yvirkærunevndin avgjørt

Yvirkærunevndin staðfestur úrskurðin hjá Aganevndini, sum sigur, at B68 vinnur dystin 3-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sigurjón Einarsson
30. september 2022 kl. 15:25

Yvirkærunevndin hevur nú viðgjørt kæruna um ólógliga B36-spælaran, tá ið B36 tann 4. september vann 3-1 á heimavølli ímóti B68.

Yvirkærunevndin staðfestur úrskurðin hjá Aganevndini, sum sigur, at B68 vinnur dystin 3-0.

Tað veit bolt.fo at siga.

Avgerðin styrkir um vónirnar hjá B68 at varðveita plássið í Betri Deildini, tí í botnstríðnum hava B68, NSÍ og AB øll 21 stig, meðan 07 Vestur er á sætta plássinum við 23 stigum.