Yvirliving hjá krabbameinssjúklingum í Føroyum og í Norðurlondum

Nýggj grein við heitinum "Cancer survival in the Faroe Islands over the last 50 years compared to the other Nordic countries" vísir, at yvirliving fyri krabbamein var lægri fyri bæði føroyskar menn og kvinnur, tá øll krabbameinssløg verða løgd saman

Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi/setur.fo
14. februar 2023 kl. 16:01

Greinin er júst útgivin í International Journal of Cancer, og høvundarnir eru Marnar Fríðheim Kristiansen, Ronja Midjord Mikkelsen, Tordis Kristiansdóttir, Guðrið Andórsdóttir, Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Bjarni á Steig, Kári Rubek Nielsen, Maria Skaalum Petersen og Marin Strøm.

Í greinini verður yvirliving hjá føroyskum krabbasjúklingum samanborin við sjúklingar í hinum Norðurlondunum tey seinastu 50 árini. Tað varð gjørt við at nýta tølini, sum koma burturúr NORDCAN-samstarvinum, har krabbameinshagtøl verða uppgjørd á sama hátt í øllum Norðurlondum. Yvirlivingin verður víst sum 1-ára og 5-ára relativ yvirliving.

Úrslitini vísa, at yvirliving fyri krabbamein var lægri fyri bæði føroyskar menn og kvinnur, samanborið við hini Norðurlondini, tá øll krabbameinssløg verða løgd saman.

5-ára yvirliving fyri føroyskar kvinnur við ovariekrabba og føroyskar menn við lungnakrabba var serliga lág. Yvirliving fyri kvinnur við bróstkrabba og menn við bløðrukrabba var lág fyri nøkur av fyrru tíðarskeiðunum, men hevur rokkið støðinum hjá hinum Norðurlondunum í seinastu uppgerðini.

Granskararnir siga, at gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar fyri at kanna, hví føroyskir sjúklingar hava eina lægri yvirliving.

Eisini eiga slíkar yvirlivingar-greiningar at verða framdar regluliga fyri at fylgja við, hvussu støðið av viðgerð og útgreinan hjá føroyskum krabbameinssjúklingum liggur.

Greinin kann lesast her.

Kelda: setur.fo