Yvirskipað greining undirstrikar: Fótbóltsvenjing kann nýtast at fyribyrgja beinbroyskni

Beinbroyskni ella osteoporosa er ein av stóru og undirmettu fólkasjúkunum, og er ein álvarsom hóttan ímóti fólkaheilsuni. Tað er umráðandi at fyribyrgja beinbroyskni ígjøgnum alt lívið og her er røtt kropslig venjing avgerandi. Tað sigur Magni Mohr í samband við nýggju útgávu teirra við meta-analysu, sum undirstrikar, at fótbóltsvenjing er munadygg venjing av beinagrindini og kann nýtast at fyribyrgja beinbroyskni

gransking.fo
3. august 2022 kl. 13:50

Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya og samstarvsfelagar hansara hava givið ta seinastu av trimum yvirskipaðu greiningunum, meta-analysunum, út um sambandið millum fótbóltsvenjing og fólkaheilsu í grein í altjóða vísindaligum tíðarriti. Meta-analysur samantvinna og greina dátur hagfrøðiliga úr fleiri kanningum fyri at vísa, um verulig vísindalig próvførsla er fyri einum ávísum fyribrigdi.

Nýggja greinin, sum ber heitið: “Recreational Football and Bone Health: A Systematic Review and Meta-analysis” er almannakunngjørd í tíðarritinum, Sports Medicine, sum er eitt av heimsins sterkastu tíðarritum innan ítróttarmedisinska gransking. Magni Mohr hevur skrivað greinina saman við starvsfelaga sínum, Peter Krustrup, professara á Syddansk Universitet, umframt Zoran Milanović,  Nedim Covic og Eva Wulff Helge.

Magni Mohr sigur soleiðis um greiningina og greinina:

“Beinbroyskni ella osteoporosa er ein av stóru og undirmettu fólkasjúkunum, og er ein álvarsom hóttan ímóti fólkaheilsuni. Í EU eina eru tað 22 milliónir kvinnur og seks milliónir menn, sum hava so vánaligan beinvevna, at talan er um beinbroyskni. Hetta viðførir umleið fýra milliónir av árligum beinbrotum, har fimta hvørt beinbrotið er eitt mjadnarbrot. Hetta er sera álvarsamt, tí 20 prosent av øllum, sum uppliva eitt mjadnarbrot doyggja innan fyri eitt ár eftir brotið, og helvtin endurvinnur ongantíð somu kropsligu førleikar aftur. Henda støða er eisini serstakliga kostnaðarmikil fyri samfelagið, og ein vøkstur á 25 prosent í útreiðslum knýttar at beinbrotum er mettur komandi fimm árini. Beinbroyskni er eisini knýtt at aldri. Framrokningar siga, at í 2040 eru 14 prosent av heimsins borgarum eldri enn 65 ár, og tí er talan um ein fólkasjúku, sum kemur at vaksa ómetaliga nógv í komandi tíðum, um ikki átøk verða sett í verk. Tí er umráðandi at fyribyrgja beinbroyskni ígjøgnum alt lívið og her er røtt kropslig venjing avgerandi. 

Vit hava leingi vist, at beinvevnaður verður styrktur og uppbygdur av kropsligum arbeiði, sum gevur trýst/stoytir eftir longdarásini á sjálvum beininum, umframt av tí trýsti vøddarnir fremja á beinið, tá teir arbeiða. Nýggj vitan vísir tó, at fjøltáttað og “skeiv” trýst á beinið vísir seg at vera serstakliga munadygt fyri at stimbra beinvevnaðin til at mennast. Tí er áhugi fyri bóltspølum, har tú allatíðina vendir og skiftir rennikós, og tískil stimbrar beinvevnaðin við fleiri hundrað fjøltáttaðum stoytum/trýstum í hvørji venjing. Vit hava eisini víst, at ungar kvinnur, sum spæla úrvalsfótbólt hava serstakliga sunna og sterka beinagrind samanborið við kropsliga óvirknar kvinnur í sama aldri, og at eldri menn, sum hava spælt alt lívið hava líka sterka beinagrind sum 30-ára gamlir menn. Eisini hava vit í fleiri kanningum víst, at fótbóltsvenjing økir um beinvevnað tættleikan í lærbeininum, mjødnini og niðasta partinum av ryggsúluni, har álvarsom beinbrot ofta henda. Vit hava eisini víst í blóðroyndum, at mongdin av evnum, sum vísa, at beinevnisskiftið er ment, og at nýggjur beinvevnaður verður uppbygdur, økist munandi eftir eitt tíðarskeið við fótbóltsvenjing. Hetta er víst hjá monnum og kvinnum frá 20-80 ár og hjá fleiri sjúklingabólkum við veikari beinagrind. Tískil sær út til, at heilsufótbóltur er serstakliga munadygg venjing av beinagrindini og fyribyrging av beinbroyskni.

Í nýggju meta-analysu yvirlitsgreinini, sum vit hava útgivið, vísa vit sterka vísindaliga próvførslu fyri, at fótbóltsvenjing er ein serstakliga góður venjingarháttur at uppbyggja beinvevnað og tískil at fyribyrgja beinbroyskni. Meta-analysan er tað sterkasta vísindaliga háttalagið sum er, og tískil er talan um serstakliga sterka vísindaliga próvførslu, sum byggir á 17 sterkar interventiónskanningar. Kanningin verður saman við nógvari aðrari gransking løgd fram í Doha í Katar á fjórðu "Football is Medicine"-ráðstevnuni, sum vit fyriskipa saman við WHO 4.-6. oktober í ár.”

Úrtak av greinini kann lesast her

Greinin sæst her

Kelda: Granskingarráðið

Leys Størv