Zarepta miðdepil í smittuspjaðing beint nú

- Tað er eitt afturvendandi mynstur, at nógv av teimum smittaðu hava verið á legu í Vatnsoyrum, og tað eru hesi, sum nú bera smittuna við sær kring landið, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni

Sveinur Tróndarson
23. oktober 2021 kl. 14:35

120 fólk hava seinastu báðar dagarnar fingið at vita, at tey hava fingið korona.

Í gjár var talið 38 og í dag hava so 82 fólk afturat fingið at vita, at tey eisini mugu halda seg heima næstu tíðina, tí tey eru smittað við korona.

Hetta er hægsta talið fyri ein einstakan dag, og tað hevur við sær, at talið á smittaðum nú er komið uppá 216.

Í samband við talið í gjár segði Michael Boolsen, fúti, at hetta er eitt tekin um, at vit ikki eru komin í gjøgnum koronafarsóttina enn, og at tað hevur týdning, at man fyriheldur seg skilagott til støðuna. Eisini segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, at vit eiga at tryggja, at vit ikki smitta enn fleiri, við at avmarkað sambandið millum ókoppsett børn og onnur børn, umframt, at man sum foreldur eisini skal ansa sær fyri, hvønn man hevur samband við. Tað eru serliga børn, og ikki bara børn yngri enn 12, sum eru smittað, sigur landslæknin.

- Tað eru serliga ókopssett børn, sum eru smittað, og tað eru bæði børn, sum eru eldri og yngri enn 12 ár, sigur hann.

Eitt felags trekk, sum gongur aftur í hesum smittuumfarinum, er, at øgiliga nógv av teimum smittaðu hava verið á legu hjá Zarepta í Vatnsoyrum fyri kortum.

- Tað er tað sum gongur aftur. Vit kunnu spora nógv av teimum aftur til ta leguna, sigur Lars Fodgaard Møller.

Tá koronafarsóttin byrjaði í fjør var landslæknin ivasamur um gudstænastur, møti, jarðarferðir, konfirmatiónir og stór ítróttatiltøk, sum vanliga savna nógv fólk, og sjálvandi eisini legur. Men tað varð alt avlýst í fjør, og tí var tað eingin trupulleiki.

Nú eru øll tiltøk, sum skulu forða fyri smittuspjaðing, meira ella minni avtikin, og tí eru legurnar aftur.

Legur vóru í Zarpeta í heyst, og tíverri vísir tað seg, at har hevur verið onkur, ein ella fleiri, sum hevur havt smittuna við sær, og so er hon farin út um landið haðani.