Ongi úrslit

Deyðiligur vandi á gongubreytini

Ein lítil posi kann kosta lívið

Jóhanna Højgaard
5. sepember kl. 17:45

Hann liggur kanska næstan ósjónligur á gongubreytini. Men fyri ein forvitnan hund kann ein nikotinposi, sum er tveittur frá sær, gerast ein lívshættislig freisting.

Tí er áheitanin á fólk greið: Hugsið tykkum um, áðrenn tit tveita nikotinúrdráttir á jørðina.

Ein brúktur snús-ella nikotinposi kann síggja út sum vanligt burturkast. Men fyri hundaeigarar kann hann vera nakað heilt annað.

Hundar kanna ofta umhvørvið við nøsini og munninum, og ein nikotinposi, sum liggur á jørðini, kann tí skjótt enda í búkinum. Nikotin er eitrandi fyri hundar, og eitranin kann mennast skjótt.

Ein hundur, sum hevur fingið nikotin í seg, kann millum annað fáa spýggju, nógv sleiv, ófrið ella órógv, slappleika, skjálvta, skjótt ella óregluligt hjartaslátt, veikleika og trupulleikar við at ganga. Hetta tekur ofta bert minuttir.

Í álvarsligum førum kunnu hundar fáa krampar, trupulleikar við andadráttinum, missa vitið ella falla um.

Ofta er nikotineitran lívshættislig og føra til deyða.

Tað eru serliga brúktu nikotinposarnir, sum enda á gongubreytum, við steðgistøðum, í parkum og á grønum økjum, ið kunnu gerast ein vandi.

Tí er boðskapurin einfaldur: Koyr nikotinposan í ruskílatið-Hvørja ferð!

Tað tekur bert fá sekund. Men fyri ein hund kann munurin millum ein posa í ruskílátinum og ein posa á jørðini vera nógv størri, enn man heldur.

Hevur hundurin etið ein nikotinposa, eigur tú ikki at bíða eftir, at tekin um eitran fara at vísa seg.

Set teg í samband við djóralækna ella djóralæknavakt skjótast gjørligt og greið frá, hvat hundurin hevur etið, hvussu nógv hann umleið hevur fingið í seg, hvussu nógv hundurin vigar, og nær tað hendi.

Kelda: Pet Poison Online

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

Í gjár kl. 15:06