Ongi úrslit

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

Arnfinn á Birtini
24. juli kl. 08:52

Góðu fjølmiðlar,

Eg havi nú skrivað tvær opnar áheitanir til politisku leiðsluna í Tórshavnar kommunu um støðuna hjá M/Y Biscayen í havnini undir Ólavsøku.

Biscayen er ikki bara ein bátur. Hon er mítt heim, mítt verkstað og partur av einum livandi mentanar- og tøkniverki, sum fevnir um list, samfelag, politikk og vitlíki.

Í áheitanunum spyrji eg, hvussu nógv rúm ein opin og fjølbroyttur høvuðsstaður í veruleikanum hevur fyri óvanligum lívsháttum og mentanarligum úttrykkum.

Eg eri sjónligur, og Biscayen er sjónlig. Tað kann órógva ella provokera summi, men sjónligheit er ikki tað sama sum skaði.

Biscayen var á sama staði í fjør uttan veruligar trupulleikar. Tí er ein av mínum einfaldastu spurningum:

Hvat er ítøkiliga broytt í ár?

Eg eri sinnaður at samstarva við kommununa og havnina og at fylgja rímiligum og ítøkiligum krøvum. Men eg biði um eina greiða, virðiliga og trygga loysn — ikki bara eitt leyst boð um at flyta mítt heim úr eygsjón.

Málið snýr seg tí bæði um eina ítøkiliga havnastøðu og um ein størri samfelagsspurning:

Er rúm í Havn fyri sjónligum ymiskleika, eisini tá ið hann ikki kemur í einari longu góðkendari ella væl skipaðari mynd?

Báðar opnu áheitanirnar eru almannakunngjørdar á mínum Facebook-vanga og kunnu sendast í fullum líki eftir ynski.

Eg eri tøkur til samrøðu og kann greiða nærri frá bæði støðuni hjá Biscayen og tí mentanar- og tøkniverki, sum er knýtt at henni.

Vinarliga,

Arnfinn á Birtuni

M/Y Biscayen

BirtUniX // EKEM:X

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

Í gjár kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

Í gjár kl. 13:30