Ongi úrslit

LÍV herðir reglurnar: Umboðsráðslimir skulu búgva í Føroyum

LÍV ætlar at broyta viðtøkurnar, so umboðsráðslimir skulu hava fastan bústað í Føroyum. Samstundis skal umboðsráðsvalið framyvir vera elektroniskt.

© Savnsmynd.
Nýggjar treytir eru á veg hjá LÍV: Flytur ein umboðsráðslimur av landinum, kann viðkomandi missa sessin, og umboðsráðsvalið skal framyvir vera elektroniskt.
Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Ognarfelagið LÍV hevur kallað inn til eykaaðalfund 22. oktober, har fleiri broytingar í viðtøkunum skulu viðgerast.

Ein av mest týðandi broytingunum er, at limir í umboðsráðnum framyvir skulu hava fastan bústað í Føroyum.

Treytin skal vera lokin longu, tá valevnið boðar frá uppstilling, og hon skal galda alla tíðina, viðkomandi situr í umboðsráðnum. Fastur bústaður skal staðfestast við skráseting í Landsfólkayvirlitinum.

Flyting kann kosta sessin

Flytur ein umboðsráðslimur av landinum og hevur ikki longur fastan bústað í Føroyum, skal viðkomandi leggja sessin frá sær.

Sætið verður síðani sett eftir reglunum um, hvør var næstur at verða valdur á seinasta umboðsráðsvali.

Eisini henda reglan verður herd. Ein, sum var næstur vali, kann bara taka sæti í umboðsráðnum, um viðkomandi lýkur nýggju treytirnar um valbæri.

Umboðsráðsvalið verður elektroniskt

Ein onnur týðandi broyting er, at tað beinleiðis verður ásett í viðtøkunum, at umboðsráðsvalið skal fara fram elektroniskt.

Reglurnar skulu eisini áseta, hvussu samleikin hjá teimum, sum greiða atkvøðu, verður váttaður, og hvussu trygd og trúnaður verða tryggjað í sambandi við elektronisku atkvøðugreiðsluna.

Skulu viðtøkubroytingarnar samtykkjast, krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av umboðsráðslimunum eru umboðaðir, og at minst tveir triðingar av greiddu atkvøðunum eru fyri.

Eykaaðalfundurin verður í høvuðssætinum hjá LÍV í Tórshavn 22. oktober klokkan 12.30. Freistin at boða frá luttøku er 14. oktober klokkan 12.30.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37