Hví ferðast landsstýrisfólk so nógv uttanlands? Og hvat kostar tað? Tað vil Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, nú hava løgmann at svara uppá.
Tí hevur hann spurt Bein Johannesen, hvussu nógvar ferðaútreiðslur hvørt einstakt aðalráð hevur havt síðani 13. apríl í ár, tá ið samgongan varð skipað.
Hann vil eisini hava løgmann at greiða frá, hvussu nógvar dagar hvørt einstakt landsstýrisfólk hevur brúkt í útlondum í arbeiðsørindum.
Hann spyr eisini, um hesir pengar, og hendan arbeiðsorkan ikki kundi verði brúkt betur.
– Heldur løgmaður, at tey landsstýrisfólk, sum í høvuðsleitum varða av innlendismálum, røkja áhugamál føroyinga best við at verða í Føroyum ella við at ferðast í útlondum, spyr Steffan Klein Poulsen.
Hann sigur, at hann undrast á, at øll landsstýrisfólkini eru so nógv burturstødd í ørindum uttanlands.
– Tað er til at skilja, at løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ferðast regluliga fyri at røkja okkara áhugamál í ríkisfelagsskapinum og mótvegis útlondum annars, sigur hann.
– Tað er tó ringt at skilja, at tey landsstýrisfólk, sum í høvuðsheitum varða av innlendismálum, brúka so nógva tíð í útlondum, leggur hann afturat.
Hann segði eisini í orðaskifti á Løgtingi, at hann hevði kannað kalendararnar hjá landsstýrisfólkunum, og tað vísti seg, at í fimm vikur, var tað bara ein einasti arbeiðsdagur, har ið øll landsstýrisfólkini vóru stødd í Føroyum í senn, annars var altíð onkur uttanlands.