Ongi úrslit

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

Áki Bertholdsen
14. sepember kl. 09:44

Klokkan hálvgum átta í gjáramorgunin hendi eitt heldur óvanligt ferðsluóhapp.

Løgreglan sigur, at ein bilur kom koyrandi suðureftir og møtti einum bili, sum koyrdi norðureftir.

Men bilurin, sum koyrdi norðureftir fór heilt yvir í vinstru síðu. So fyri at sleppa undan samanbresti mátti bilurin, sum koyrdi suðureftir, snara heilt yvir í sína vinstru síðu, so at í roynd og veru skiftu teir um vegbreyt.

Men tað endaði við, at bilurin, sum koyrdi suðureftir, endaði í bilaverjuni og fekk eitt sindur av skaða. – Men eingin fólkaskaði var.

Bilurin, sum var á veg norðureftir, og sum var orsøkin til óhappið, steðgaði ikki, men helt leiðina fram.

Men løgreglan sigur, at tey vilja fegin fáa orðið á hann, so hann er vælkomin at geva seg til kennar. Men tey vita ikki, hvønn bil talan var um

Mest lisið hesa vikuna

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

23 tímar síðan

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44