Ongi úrslit

Nú er nýggjur stjóri settur

Áki Bertholdsen
20. oktober kl. 23:20

Nevndin fyri Fjarhitafelagið hevur gjørt av at seta Jákup Martin á Válinum sum nýggjan stjóra í Fjarhitafelagnum.

Jákup Martin tók útbúgving sum maskinmeistari í 2009. Hesa seinastu tíðina hevur hann verið maskinmeistari við jack-up skipi sum er við at seta vindmyllur upp. 

Jákup Martin hevur eisini royndir hjá SEV.  Fyrst sum maskinmeistari á grønu orkuverkunum og eisini sum økisleiðari í miðstaðarøkinum. Og seinast sum deildarleiðari á rakstrardeildini hjá SEV, áðrenn hann fór út aftur at sigla.

Tað arbeiða 6 fólk á Fjarhitafelagnum, sum fyri kortum flutti í nýggj høli Úti við Strond í Havn. 

Jákup Martin er 44 ára gamal, býr í Vestmanna saman við konu síni og trimum børnum.
Hann tekur við starvinum 1.januar.

Samstundis takka tey Eiriki Mørkøre, ið hevur røkt starvið sum fyribilsstjóri síðani í vár, eftir at Hans Christian Dam legði frá sær sum stjóri vegna aldur. Somuleiðis takkar nevndin Hans Christiani fyri síni 22 ár sum stjóri í felagnum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

Í gjár kl. 04:11

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40