Ongi úrslit

Svensk frágreiðing: Stórur vandi fyri russiskari atsókn mótvegis Nato

Svenskir verjuserfrøðingar ávara um, at Russland kann royna samanhaldið í Nato við hernaðarligum atsóknum, um russar meta, at politisku umstøðurnar eru til teirra fyrimun.

© Försvarsmakten.
Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 18:30

Ein nýggj svensk verjufrágreiðing ávarar um, at Russland í nærmastu framtíð kann royna samanhaldið í Nato við hernaðarligum atsóknum. 

Hetta kann henda, um Kreml metir, at politisku umstøðurnar lagaligar.

Frágreiðingin er gjørd av verjunevndini hjá svenska ríkisdegnum og kemur í kjalarvørrinum á fleiri ávaringum um vaksandi russiskt hernaðarligt virksemi í Eystarasalti.

Trygdarstøðan versnar

Sambært frágreiðingini versnar trygdarstøðan hjá Svøríki samstundis, sum Russland hernaðarliga styrkir seg í økinum kring Eystarasalt. Eisini hevur svenska trygdartænastan Säpo staðfest, at russisku fregnartænasturnar eru vorðnar meira ágangandi og meira sinnaðar at taka váðar enn áður.

Svenski verjuovastin Michael Claesson segði longu í apríl, at Russland væl kundi funnið upp á at roynt Nato í nærmastu framtíð.

Europa má taka størri ábyrgd

Frágreiðingin leggur eisini dent á, at sambandið við USA framvegis er avgerandi. Samstundis verður staðfest, at amerikanskur uttanríkis- og trygdarpolitikkur hevur broytt seg nógv undir verandi stjórnini. Tí má Europa í størri mun sjálvt taka ábyrgd av verjuni av evropeiskum londum.

Svenska ávaringin samsvarar við seinastu metingina hjá donsku fregnartænastuni FE, sum metir, at øki kring Eystarasalt  er tað økið, har størstur vandi er fyri, at Russland fer at brúka hernaðarligt vald móti Nato.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

Í gjár kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

Í gjár kl. 00:02

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

Í gjár kl. 14:24

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

12. juni kl. 08:05