Ongi úrslit

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Hann verður tó ikki revsaður

© Tv3
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 12:14

Reality-luttakarin Teitur Skoubo var í juni 2026 funnin sekur í einum máli um tað sum fakligt eitur einfaldan harðskap í Københavns Byret. Rætturin legði til grund, at hann hevur sligið ein mann í andlitið við knýttari hond, undir einum ófriði í miðbýnum í Keypmannahavn.

Harðskapstilburðurin fór fram náttina til 8. juli 2025 á Gammel Mønt í Keypmannahavn. Sambært ákæruritinum var Skoubo fyrst fyri harðskapi frá tveimum monnum, sum millum annað skulu hava sligið hann í andlitið og rakt hann í høvdið við einari glasfløsku. Stutt eftir sló Skoubo, sambært dóminum, annan av monnunum í andlitið.

Dómarin metti tað vera prógvað, at Skoubo hevði framt einfaldan harðskap. Rætturin avgjørdi tó, at eingin revsing skal gevast, og tí var revsingin strikað vegna serligu umstøðurnar í málinum.

Ein av monnunum sum framdu harðskap ímóti Teituri er púra frífunnin. Hin, ein 19 ára gamal, er eins og Teitur, dømdur sekur í harðskapi, men sleppur eisini, eins og Teitur, undan revsing.

Dómurin er tann seinasti í einari røð av málum, har Skoubo eisini áður er dømdur fyri harðskap.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

Í gjár kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

Í gjár kl. 00:02

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

Í gjár kl. 14:24

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

Í gjár kl. 08:05