Løgtingið viðger vakmyndatól í almenna rúminum

Jørgen Niclasen og Helgi Abrahamsen heita á landsstýrið um at fyrireika lóggávu, ið loyvir kommunum at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum

Steinar Patursson
24. mars 2023 kl. 12:41

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot til samtyktar frá Jørgeni Niclasen og Helga Abrahamsen um at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at loyva kommununum at seta upp vakmyndatól á serliga ábærum støðum í býarlívinum.

Málið um vakmyndatól er eitt umstrítt mál og hevur sín uppruna í Tórshavnar kommunu, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur víst á, at kommunan hevur tørv á vakmyndatólum fyri at forða fyri harðskapi í býarlívinum.

Dátueftirlitið hevur hinvegin víst á, at kommunurnar hava ikki heimild til at seta upp slík vakmyndatól.

Undanfarna landsstýri arbeiddi við at geva kommununum loyvi at seta vakmyndatól upp, men hetta arbeiðið rakk ikki á mál, áðrenn val varð útskrivað.

Tí verður nú heitt á landsstýrið um at fáa nøktandi lóggávu upp á pláss.

Hóast ynskini um vakmyndatól fleiri ferðir hava verið frammi seinastu árini, er ikki vist, at vakmyndatól fara at loysa harðskapstrupulleikar í Havn.

Á Dimma.fo í mei í fjør varð víst á, at gransking úr London vísir, at vakmyndatól hava fyribyrgjandi virknað móti herverki, men at hesin fyribyrgjandi virknaður ikki vísir seg í sambandi harðskap.

Les eisini: Heðin Mortensen: - Vakmyndatól skulu setast upp skjótast gjørligt