Nú fær Ulf Kristersson møguleikan at skipa stjórn í Svøríki

Sambært Ulf Kristersson, so hava samráðingarnar higartil gingið væl, men hann væntar at tað fer at taka nakrar vikur áðrenn ein nýggj stjórn endaliga verður skipað

Vinstrumegin stendur Ulf Kristersson, ið skal leiða stjórnarsamráðingarnar, og til høgru stendur Andreas Norlén, sum gav Ulf Kristersson uppgávuna at skipa stjórn. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
19. september 2022 kl. 15:20

Tað verður floksformaðurin hjá Moderaterna, Ulf Kristersson, sum í fyrstu atløgu fær møguleikan at skipa stjórn í Svøríki.

Hetta skrivar svenska tíðindastovan TT sambært Ritzau.

Ulf Kristersson hevur fingið hesa uppgávu frá formanninum í svenska ríkisdegnum, Andreas Norlén, skrivar TT.

Blái vongurin, sum Moderaterna hoyrir til, gjørdist størstur á svenska valinum næstsíðsta sunnudag. Blái vongurin fekk 176 tingsessir til tjóðartingsvalið.

Hóast flokkurin hjá Ulf Kristersson ikki gjørdist størsti flokkurin á bláa vonginum, so var lítil ivi um, at floksformaðurin hjá Moderaterna sum tann fyrsti fór at fáa møguleikan at skipa stjórn.

Hetta tí, at fleiri av politisku flokkunum í Svøríki frammanundan hava tikið frástøðu til størsta flokkinum á bláa vonginum, Sverigedemokraterna.

Sambært Ulf Kristersson, so hava samráðingarnar higartil gingið væl, men hann væntar at tað fer at taka nakrar vikur áðrenn ein nýggj stjórn endaliga verður skipað.

Les meira um svenska valúrslitið her: Verður helst blá stjórn í Svøríki.