Skipanin verður broytt - men á einum avgerandi punkti eru tey ósamd

Fiskavirkisskipanin hjá Als verður nú broytt, men ikki soleiðis sum fleiri vilja

Áki Bertholdsen
7. juni 2023 kl. 12:11

Fiskavirkisskipanin hjá Als verður nú broytt. Stýrið fyri Als hevur givið landsstýriskvinnuni í arbeiðsmarknaðarmálum, Ingilín, Didriksen Strøm, eitt tilmæli um, hvussu hon skal broytast, og nú verður arbeitt við tí. 

Sum vit skrivaðu í áðni, hevur fiskavirkisskipani goldið tilsamans 229 milliónir í stuðuli hesi seinastu árini og at starvsfólk í alivinnuni og uppsjóvarvinnuni, hava fingið yvur helvtina av stuðlinum.

Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/starvsfolk-hja-rikastu-fyritokunum-hava-fingid-120-millionir-ur-als

Ein atfinning ímóti fiskavirkisskipanini, hevur nettupp verið, at eisini tær ríkastu fyritøkurnar í fiskivinnuni, brúka hana so nógv.

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt landsstýriskvinna um, hvussu fiskavirkisskipanin verður í framtíðini. 

Og Ingilín Didriksen Strøm sigur, at nú fiskavirkisskipanin verður broytt, er kortini ikki semja í stýrinum fyri Als um alivinnuna og uppsjóvarvinnuna.

Tað merkir, at tey í stýrinum eru ósamd um fiskavirkisskipanin eisini skal umfata tær báðar vinnurnar. Tí verður heldur einki gjørt við tann spurningin.

Men annars hevur stýrið fyri Als skotið upp at gera nakrar broytingar so at tað verður skjótari hjá teimum, sum fáa stuðul úr fiskavirkisskipanini, at fara yvir í tað vanligu arbeiðsloysisskipanina.

Sostatt fáa tey hægri útgjald, umframt at tey eisini verða tøk til onnur størv. 

Ítøkiliga er talan um at seta krav um, at í fýra vikur á rað skulu starvsfólk á fiskavirkjum hava í minsta lagi 16 arbeiðstímar á virkinum har tey arbeiða. Fáa tey ikki tað, verða tey ikki mett sum arbeiðsleys á fiskavirkinum og fáa tískil ikki longur arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini. 

Sum nú er, ber til at fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini í átta vikur. Men fer eitt starvsfólk til arbeiðis í ein tíma íáttandu viku, verður tíðarskeiðið longt átta vikur afturat. 

Fólk kunnu sostatt hava rætt til arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini í langa tíð, staðfestir Landsstýriskvinnan.

Broytingarnar hava harumframt við sær, at tað skulu ganga minst fýra vikur, frá tí at eitt starvsfólk er dottið úr fiskavirkisskipanini, til viðkomandi kann sleppa í fiskavirkisskipanina aftur. 

Dettur eitt fólk úr fiskavirkisskipanini, tí viðkomandi ikki lýkur treytirnar um minst 16 arbeiðstímar í fýra vikur á rað, kann viðkomandi fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina. Tá ið fýra vikur eru farnar kunnu tey so aftur søkja um at koma í fiskavirkisskipanina aftur. 

Fer eitt fólk í vanligu arbeiðsloysisskipanina, ber tað væl til hjá viðkomandi at fara til arbeiðis aftur á sama fiskavirkinum, samstundis sum viðkomandi er í vanligu arbeiðsloysisskipanini. 

– Samanumtikið fara broytingarnar at hava við sær, at fólk koma skjótari inn í vanligu arbeiðsloysisskipanina, har útgjaldið er hægri enn í fiskavirkisskipanini, og harvið verða skjótari tøk at taka á seg annað arbeiði, sigur Ingilín Didriksen Strøm.