Ongi úrslit

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

© Getty images
Jóhanna Højgaard
28. juni kl. 12:49

Skipið Bandero, sum hoyrir til felagsskapin hjá hvalaveiðu-mótmælarinum Paul Watson, er nú komið inn um 200 sjómíla markið kring Ísland.

Sambært íslendska miðlinum mbl.is, tóku íslendsku myndugleikarnir samband við skipið, eftir at tað kom inn um íslendska búskaparliga fiskiveiðumarkið.

Manningin fekk boð um at tendra AIS-skipanina, sum sendir upplýsingar um staðseting og samleika hjá skipinum. Watson hevur upplýst, at AIS hevði verið sløkt, men at skipanin varð tendrað aftur eftir áheitan frá myndugleikunum.

Paul Watson kunngjørdi fyrr í ár, at hann fór at sigla til Íslands við Bandero sum partur av átakinum Operation 86. Endamálið við átakinum er at mótmæla og, sambært Watson, steðga íslendsku vinnuligu langreyðaveiðuni.

Íslendsku myndugleikarnir hava áður upplýst, at teir fylgja gongdini neyvt. Nú skipið er komið inn um 200 mílurnar, verður tað framvegis hildið undir tættum eftirliti.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03