Ongi úrslit

Paul Watson móti Íslandi: Hvalastríðið hitnar aftur

Paul Watson og felagsskapur hansara fara aftur til Íslands í summar at mótmæla hvalaveiðu. Samstundis hevur íslendska sjóverjan gjørt seg til reiðar at fylgja støðuni.

Edmund Jacobsen
26. mai kl. 13:04

Sambært íslendska Ríkisútvarpinum ætlar Paul Watson, at skipið Bandero fer til Íslands sum partur av átakinum “Operation 86”. Endamálið er at mótmæla hvalaveiðuni hjá Hvalur hf.

Íslendska sjóverjan váttar, at hon kennir til ætlanina. Myndugleikarnir hava longu verið í sambandi við ríkisløgreglustjóran og fara at fylgja gongdini.

Vísa aftur til 1986

Navnið “Operation 86” er valt við vilja. Tað sipar til hendingina í 1986, tá aktivistar við tilknýti til Watson, søktu tvey íslendsk hvalaveiðiskip í Reykjavík.

Watson verður endurgivin fyri at siga:

– Tað, vit byrjaðu í 1986, fara vit at enda í 2026.

Onki bendir enn á, at Paul Watson ætlar sær til Føroya á hesum sinni.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Myndir: Voxbotn 2026

Í gjár kl. 19:17