Løgreglan fekk um vikuskiftið eina fráboðan um eitt mál, har ein persónur skal hava brúkt rasistisk orð móti starvsfólkum á einari matstovu í Havn.
Sambærtvakthavandi løgreglustøðini fór hendingin fram leygarkvøldið, meðan fráboðanin var latin løgregluni sunnudagin av eigaranum á matstovuni.
Talan er um ein føroyskan mann, sum ikki var gestur á matstovuni. Hann er nú avhoyrdur og skuldsettur fyri brot á grein 266 b í revsilógini, sum snýr seg um hatursfullar ella niðrandi útsagnir móti persónsbólkum orsakað av eitt nú rasu, etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki.
Sambært grein 266 b kann tann, sum alment, ella við størri útbreiðslu í hyggju, setir fram boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólkar av slíkum ávum, revsast við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.
Málið skal nú viðgerast av Ákæruvaldinum í Føroyum, áðrenn støða verður tikin til víðari viðgerð í Danmark.